Røður hjá landsstýrismanninum


Røða hjá landsstýrismanninum í sambandi við próvhandan á Fróðskaparsetri Føroya tann 23. juni 2023

Góðan morgun øll somul.

Vit eru samlað her í morgun fyri at heiðra tykkum, sum í dag fáa tykkara prógv handað. Hetta er ein merkisløta, sum við hesum tiltakinum setir eitt endaligt punktum við tey útbúgvingarskeið, sum tit júst hava lokið.

Sum siður hevur verið í nøkur ár, skipar Setrið fyri einari samlaðari prógvhandan, sum er felags fyri allar tær ymisku útbúgvingarnar, og hóskandi fyri hesa serligu løtuna, er tiltakið eisini hildið í sermerktum hølum, her í Norðurlandahúsinum.

Tit hava nú fullført eitt skeið, sum vanliga tekur tvey til fýra ár, alt eftir hvørja útbúgving talan er um, og óansæð hvør útbúgvingin er, so bera tit við próvnum ein vitnisburð um tað megnar arbeiði, sum tit hava lagt í tykkara lestur. Tí hetta eru útbúgvingar, sum man ikki kemur sovandi til. Tit hava lagt nógva orku í lesturin hesi árini, og nú síggja tit úrslitið av tí úthaldni, sum tit hava víst hesa tíðina.

Tit standa nú á einum vegamóti, har vegir skiljast. Hetta er sorgblítt, tí hóast tað kennist væl at hava fullført hetta skeið, so er hetta eisini eitt uppbrot við tann gerandisdagin, sum tit hesi árini hava havt saman.

Summi av tykkum fara beint á arbeiðsmarknaðin, og hjá tykkum er tað gott at vita sær, at tann førningurin, tit her hava fingið, ger tykkum før fyri at taka tykkara virkna lut í samfelagnum. Onnur av tykkum hava eisini eitt forvitni til meira.

Ert tú Bachelor, so kanska tú hevur hug at gerast Master. Ert tú Master, so kanska tú hevur hug at blíva Ph.D., og velur tú at fara á arbeiðsmarknaðin, so eru góðir møguleikar at venda aftur til bøkurnar, skuldi tann hugurin seinni stungið seg upp.

Tí vit hava innan útbúgvingarheimin eitt hugtak, sum kallast lívlong læra, og hetta hugtakið er júst sum orðið eisini sigur, at vit læra so leingi vit liva.

Lærdómin finna vit so nógva staðni. Tað gera vit eitt nú í skúlum og universitetum, men tað gera vit sanniliga eisini, tá vit ogna okkum royndir her í lívinum. Tá tú hevur royndir frá einum starvsøki, ognar tú tær eitt innlit, og skuldi hugurin komið at lisið víðari, so hevur tann barlastin, sum royndirnar geva fyrimunir við sær, tí tá kanst tú lesa við einum innliti, sum er torført at fáa umvegis lesnaðin eina.

Fyri tey, sum ætla sær at lesa víðari, og fyri tey nýggju, sum í framtíðini byrja á Setrinum, er tað týdningarmikið, at Setrið hevur eina so góða og nýggja vitan sum gjørligt.

Vitan er ikki statisk, hon er dynamisk. Tað, sum vit vita í dag, kann broytast og skiftir gjarna alla tíðina. Tí mugu vit dagføra okkara vitan støðugt, skulu vit halda krøvini um granskingargrundaðar útbúgvingar, og framhaldandi varðveita eitt dygdargott universitet.

Tí gleðir tað meg at síggja, at alsamt fleiri velja at taka sær eina Ph.D. útbúgving, sum er tann hægsta útbúgvingin vit hava í Føroyum.

Vit hava í dag 21 Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, og umframt hesi 21, eru tað heili seks, sum hava staðið Ph.D. prógv í ár, og sum eisini eru partur av próvhandanini í dag. Hetta er tað hægsta talið vit nakrantíð hava sæð á Fróðskaparsetrinum, og er ein munandi øking í mun til tann samlaða hópin av granskarum, sum vit hava her á landi.

Mong av hesum koma helst at hava tilknýti til, ella at starvast á Setrinum, sum styrkir granskingarførleikan og týttleikan millum granskingarverkætlanirnar, og harvið gevur tað eitt gott grundarlag fyri tær útbúgvingar, sum annars verða veittar.

At alsamt fleiri velja at taka sær eina granskaraútbúgving, er eitt nýtt fyribrygdi í Føroyum. Hetta er eitt positivt rák, sum vísir okkum, at broytingar eru ávegis á granskingarøkinum. Við einum størri hópi, verður lættari hjá føroyskum granskarum at finna onnur við somu áhugamálum, og tað gerst harvið lættari at samstarva um granskingina. Um henda góða gongdin heldur áfram, vil tað merkja, at vit fáa eitt sterkari granskingarumhvørvi, sum fer at koma okkara samfelag til gagns.

Vitanin, sum granskingin viðførir, er ikki bert ætlað útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum, men hon hevur týdning fyri vinnuna, okkara tilfeingi og fyri mátan vit innrætta okkum sum samfelag. Við vitanini kunnu vit taka meira grundaðar avgerðir, og við henni fylgir tí eitt ávíst skynsemi í teirri stýring, sum vit sum samfelag kunnu hava.

Eitt sterkt granskingarumhvørvi ger okkum eisini betri før fyri at standa mát í altjóða høpi, har verkætlanir í milliónaupphæddum kunnu verða togaðar hendaveg. Tí kann henda vitanin ikki bert gera okkum betri før fyri at umsita okkara skattakrónur, men kann eisini gerast ein beinleiðis vinnumøguleiki, sum kann fáa ein stóran búskaparligan týdning.

Men hóast vit kunnu gleðast um, at granskarafjøldin stendur í vøkstri, so kunnu vit eisini gleðast um, at vit tey seinastu árini hava sæð fleiri fullføra sína útbúgving á bæði Bachelor og Masterstøði, tí vit hava eisini tørv á útinnandi starvsfólkum við akademiskum útbúgvingum.

Góðu tit,

Tá tit fyri árum síðani fyrstu ferð trinu innum Setursins gátt, var tað við einari ávísari óvissu. Tit vistu, hvat tað var, sum tit høvdu søkt inn á, men tit vistu ikki, hvat lesnaðurin á útbúgvingini fór at innibera og krevja. Tí ein kann ikki kenna ta leið, sum ein aldrin hevur gingið. Men hóast henda óvissan valdaði, so vóru tit nóg birg til at bjóða óvissuni av.

Nú tá tit standa á hinari síðuni, og hava fullført tykkara útbúgving, so valdar aftur ein óvissa um, hvat tykkum stendur í væntu. Tey allar flestu av tykkum hava sjálvandi verið á arbeiðsmarknaðinum fyrr, men tit hava ikki verið tað við hesi nýggju útbúgvingini í skjáttuni.

Við hetta vegamót er tað eins og tá tit byrjaðu við lesnaðinum. Ivin kann vera stórur og spurningarnir nógvir, og tá teir sníkja seg innat, kunnu teir skapa eina kenslu av ótryggleika ella ótta. Men hetta er eisini ein partur av tí lærdómi, sum fylgir tí at nema sær eina útbúgving, tí tað er ikki fyrr enn at útbúgvingin er lokin, at tit veruliga sleppa at royna tykkum í verki.

Danski heimspekingurin Søren Kirkegaard segði einaferð: “at vága er at missa fótafestið eina løtu. Ikki at vága er at missa seg sjálvan”. Og sum Kierkegaard so væl sigur okkum her, so er ein munur á at vága og ikki at vága. Tí tóku tit ikki av nýggjum avbjóðingum, so stóðu tit ikki her í dag. Hetta kunnu tit hava í mentu.

At enda vil eg nýta høvið at ynskja øllum tykkum, sum nú fáa handað prógv eitt hjartaliga til lukku við útbúgvingini, við allar bestu ynskjum um eina bjarta framtíð, óansæð hvar hon so leiðir tykkum.

Takk fyri.

-------------------------------------------------------

Hetta seinasta árið hava 209 kvinnur og menn staðið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. 153 hava fingið bachelorprógv, 27 masterprógv, sjey ph.d-prógv og 22 hava fingið prógv í hjánámi og øðrum.

Fyrrapartin var Norðurlandahúsið hátíðarligur karmur um ársins prógvhandan, og høllin har var stúgvandi full av nýútbúnum akademikarum og næstringum teirra.

Uppgerðin úr próvbókini á Setrinum vísir, at 42 nýggir námsfrøðingar eru útbúnir hetta seinasta árið, 34 sjúkrarøktarfrøðingar og 10 KT-verkfrøðingar, umframt øll hini mongu, sum nú eisini hava fingið universitetsprógv frá Náttúruvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Námsvísindadeildini.

Vit ynskja øllum 209 hjartaliga til lukku við universitetspróvnum.

Kelda: Setur.fo