20 prógv vórðu handað í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum til fólk, sum hava lisið Føroyskt sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.
Her kann røða landsstýrismansins lesast:
Góðu tit
« Man vinnur ikki silvur, men man tapir gullið”; soleiðis verður mangan tikið til, kanska mest innan ítróttaheimin.
Ert tú nr. 2 í rekkjuni, so ert tú eitt stig aftanfyri nakað, sum var betri, og sjáldan er hetta nakað, sum hugar okkum væl, tí tað var jú gullið, man strembaði eftir.
Nú ivast tit óiva í, hví eg velji at byrja hesa heilsan við silvur og gull, ítróttafilosofi, og tað at vera næst í rekkjuni ístaðin fyri tað fyrsta.
Orsøkin til hetta skal síggjast í tí síðsta orðinum á heitinum í útbúgvingini hjá tykkum, sum er » annaðmál». ( Føroyskt sum annaðmál)
Í fyrstu syftu, kann hetta kanska tykjast sum nakað sekundært; ikki tað fyrsta, men tað, sum er næst í rekkjuni…. Og tað er tað eisini.
Tó, her er talan um silvur, sum er meir enn gull vert.
Silvurið her, ella annaðmálið, sum í hesum førinum er Føroyskt, er jú tað næsta málið hjá teimum næmingum, sum tit skulu undirvísa, men hetta annaðmálið er tó tað, sum vil beina leið til nakað, sum er meir enn gull vert, bæði fyri næmingin og samfelagið sum heild.
Við at kunna geva frálæru í føroyskum sum annaðmál, eru tit við til at betra um trivnaðin hjá teimum, sum hava valt Føroyar til. Hesi, sum koma ymsastaðni frá í heiminum, fáa við tí føroyska málinum møguleika at geva og viðvirka í okkara samfelag á javnbjóðis føti, sum vit onnur, sum fingu føroyskt sum sítt móðurmál.
Vit fingu jú øll eitt mál í vøggugávu; hjá summun var tað føroyskt, hjá øðrum eitt annað mál, og tað, sum vit í Føroyum fingu í vøggugávu, vilja vit fegin deila við onnur.
Tit hava valt at taka eina útbúgving, sum á serligan hátt brynjar tykkum til at geva frálæru í føroyskum sum annaðmál.
Síðani summarið 2021 hava tit trúliga møtt upp til undirvísing, bæði gerandisdagar, eins væl og í vikuskiftunum, tá tit hava havt vitjan av útlendskum gestalærarum. Hetta ber boð um, at hetta er nakað tit veruliga vilja, og takk fyri tað.
Eg gleðist yvir at síggja ta breidd, sum tit umboða, bæði hvat skúlar og økir viðvíkur. Tit umboða økið frá Suðuroy til Klaksvíkar, og hvat skúlum viðvíkur, so eru bæði kvøldskúlin, Tekniski skúlin, fólka- og miðnámsskúli, umframt NÁM umboðað í tykkara hópi; hetta er gleðiligt og gott.
Málið og beinleiðis samskifti millum manna hevur og fer altíð at vera ein sera týðandi partur fyri okkara samfelag sum heild, hóast vit mugu ásanna, at tøknin eisini gevur nógvar møguleikar, hvat samskifti viðvíkur.
Eitt nú sóu vit fyri tveimum døgum síðani, at veðurforsøgnin í Føroyum varð lisin upp á týskum, fronskum, sponskum, ukrainskum og kinesiskum. Fyri nógv av okkum var tað heilt løgið at síggja okkara veðurmann standa og tosa øll hesi ymisku fremmandamálini.
Summi hildu tað vera gott undirhald, onnur fóru at undrast, meðan aftur nøkur fóru at øtast, tí tað sá so ótrúliga veruligt út.
Man kann reisa tann spurningin, um framkomna tøknin, sum eisini mennist alla tíðina, fer at hava tað við sær, at okkum ikki nýtist at læra mál á sama hátt sum fyrr.
Her er svarið avgjørt ja, tí kanska kann tøknin nógv, men tøknin kann ikki alt.
Tøknin kann ikki skapa neyðugt forstáilsi fyri málinum, og tøknin skapar í sjálvum sær ikki samband millum tann einstaka og nærumhvørvið. Um ein bara kann samskifta við at brúka talgildar miðlar, tað veri seg vitlíki, Duolingo ella nakað heilt annað, so er hetta í sjálvum sær ikki ein trygd fyri, at tú kemur at trívast og mennast. Tøknin kann vera eitt amboð í frálæruni, men kann ikki einsamalt standa fyri frálæruni.
Rithøvundurin Thornton Wilder, hevur einaferð sagt tað soleiðis: « Tann sum lærir eitt fremmandamál, heilsar vakurt uppá eina aðra tjóð.»
Tey, sum flyta til Føroya, ynskja at heilsa upp á okkara tjóð, og tey hava øll eitt ynski um at koma at trívast og mennast.
Vit deila hetta ynski við teimum, og tískil mugu vit eisini alla tíðina virka fyri, at tey fáa tey neyðugu amboðini til hetta, og her er eitt tað týdnigarmiklasta amboðið okkara mál og mentan.
Hjartaliga til lukku nú tit eru komin á mál við hesari útbúgving, og takk fyri at tit hava valt at virka fyri, at tey, sum koma til okkara oyggjar fáa høvi til at heilsa uppá okkara tjóð, og gerast ein partur av henni.