Røður hjá landsstýrismanninum


Røða í sambandi við Pangea Føroyar 25. mars 2023 – Finala í støddfrøðikapping

Góðu næmingar, lærarar, foreldur og onnur, sum hava stuðlað og hjálpt til og ikki minst tit, sum skipa fyri kappingini Pangea Føroyar. Eg virðismeti tykkara arbeiði og takki fyri høvið at bera tykkum eina heilsan her í dag.

Tit næmingar hava nú í eina tíð arbeitt við ymiskum rokniuppgávum, har tit hava roynt tykkara hugflog og fakligu og kreativu evni. Og eg ivist onga løtu í, at tit hava ment tykkara vitan og førleikar innan støddfrøði, at tit hava grundað yvir ymsar spurningar og loysnir, men at tykkum hevur dámt avbjóðingarnar og hildið tað verið spennandi at luttikið. Tit hava arbeitt og hugsavna tykkum um støddfrøði, roknihættir og eisini um kreativa støddfrøði, har tit seta orð á støddfrøðina og vónandi sanna, at støddfrøði er at finna so at siga allastaðni og er eisini annað enn tøl og líkningar.

Pangea Støddfrøði kappingini er fyri næmingar í 3-9 flokki, har málið er at savna næmingar úr øllum landinum og geva teimum avbjóðingar og fáa teir at ásanna, at rokning kann vera bæði stuttlig og spennandi. Endamálið er at styrkja og vekja áhuga tykkara fyri støddfrøði, og at tit læra at nýta støddfrøðina sum eitt amboð bæði í roknitímunum og í praksis.

Fyriskipararnir hava saman við skúlunum ment skipanina støðugt hesi árini, vit í Føroyum hava luttikið í kappingini, og serliga síðani vit gjørdu okkara egnu Pangea Føroyar kapping í 2018. Kappingin í ár byrjaði við umleið 1000 næmingum í innleiðandi kappingini síðst í januar, har 13 skúlar luttóku, sum er umleið triðingurin av skúlunum.

Tit hava luttikið í semifinaluni 18. februar, og í dag hava tit so roynt tykkum í endaligu finaluni, har tit hava gjørt tykkara ítasta. 37 næmingar, 5 og 6 í hvørjum bólki, í 3. til 9. flokki hava dystast, og um eina løtu fáa tit so úrslitini.

Í Pangea støddfrøði kappingini verður dentur eisini lagdur á felagsskap. Við slagorðinum “Rokning sameinir” vilja tit vísa, at tað er ikki nóg mikið bara at verða best ella bestur, men at duga at stuðla hvørjum øðrum,  læra av hvørjum øðrum, og at gleðast saman um nádd úrslit. Tað er tað íborna forvitnið, kveikjandi hugburður, felagskapur og áhaldni, sum eru so grundleggjandi partar í læringini og ikki minst tær góðu upplivingarnar.

Tá ið eg var barn, helt eg ikki, at eg dugdi nóg væl at rokna. Eg var, sum vit siga, eingin ørn í rokning, og eg helt heldur ikki, at roknibøkurnar, sum vit høvdu, vóru serliga spennandi. Men tá ið eg nú hjálpi dóttir míni, sum gongur í 6. flokki, við rokniuppgávum, so er stórur munur á, hvussu áhugavert roknitilfarið er í dag bæði námsfrøðiliga og viðvíkjandi uppseting. Og eg hugsi, bara vit høvdu havt hetta tilfarið, tá ið eg var barn. Undirvísingartilfar hevur nógv at siga, so tit eru heppin, og eisini hava  skúlarnir fingið støddfrøðivegleiðarar, sum veita ráðgeving og hjálp í støddfrøðiundirvísingini.

Tað er altíð spennandi at vita, hvussu tað gekst, at síggja úrslitini, men samstundis mugu tit minnast til, at øll kunnu ikki vinna, men øll kunnu læra og fáa roynt síni evni. Tað ræður um at gera sítt besta, at luttaka við opnum sinni og læra av tí, sum tit gera, bæði tær røttu loysnirnar og tær, sum ikki góvu fult stigatal, ella vóru í so torførar at loysa ella kanska ikki so lættar at skilja. Við venjing vinna vit fram, annaðhvørt tað er við huga ella hond. Venjing skal til alt, og tað síggja vit kanska ofta best í ítróttakappingum.

Tit ungu eru framtíð okkara, og er tað sera umráðandi, at vit sum samfelag megna at geva tykkum áræði og førleikar, sum eru neyðug amboð, bæði tá ið tað ræður um útbúgving og arbeiði.

Eg vóni, at tit hava havt ein góðan dag við spennandi avbjóðingum og góðum upplivingum. Uttan tykkum var eingin kapping. Eg takki tykkum fyri tykkara luttøku og fari eisini at bera fyriskiparunum eina stóra tøkk, og ikki minst Uguri, sum hevur staðið á odda fyri kappingunum, og sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri, at Pangea Føroyar skuldi gerast veruleiki. Tøkk fyri.