Móttøka – Netsamskipari settur – Suðuroy, 3. mars 2025
Góðu tit øll
Tað er mær ein stór gleði at vera her í dag til hesa hátíðarløtu, sum hevur eitt serliga týdningarmikið endamál – at fagna Vágs kommunu fyri at taka eitt framskygt og ítøkiligt stig í arbeiðinum fyri børn og ung við at seta ein netsamskipara í starv sum liður í Barnaverkætlanini.
Landsstýrið og Kommunufelagið hava í felag tikið stig til Barnaverkætlanina. Hetta er eitt prógv um, at vit raðfesta trivnað og menning hjá børnum og ungum – ikki bara í orði, men eisini í verki.
Barnaverkætlanin hevur ta framsøknu visjón, at Føroyar skulu vera tað besta samfelagið hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í – eitt samfelag, har øll børn hava møguleika at trívast, mennast og búgvast. Tað er ein visjón, sum krevur ítøkilig stig, og tað er júst tað, tit í Vágs kommunu hava gjørt við hesi avgerð.
Barnaverkætlanin snýr seg grundleggjandi um, hvussu vit í verki skapa betri umstøður fyri øll børn, óansæð bakgrund, støðu og fortreytir. Tað snýr seg um at bróta niður forðingar, byggja brýr og tryggja, at øll børn í Føroyum hava somu møguleikar at mennast og trívast.
Ein av okkara størstu styrkjum sum samfelag er, at vit eru eitt lítið samfelag og hava møguleika at byggja upp samstørv skjótt og tætt. Tað merkir, at vit kunnu sameina royndir, vitan og orku tvørturum geirar, stovnar, fakmørk og borgarar - fyri at tryggja eitt enn sterkari og rúmligari samfelag fyri øll børn.
Tað krevur arbeiði, tað krevur samstarv, og tað krevur, at vit øll – politikarar, stovnar, skúlar, kommunur, foreldur, áhugabólkar og samfelagið sum heild – hava somu visjón: at eingin skal detta niðurímillum, og at øll børn skulu hava ein góðan og virðiligan uppvøkstur í Føroyum.
Síðani Barnaverkætlanin byrjaði í 2023 er arbeitt miðvíst við at byggja upp eitt sterkt vitanargrundarlag og at menna eina verkætlanarorganisatión, ið kann stuðla øllum viðkomandi pørtum at skapa betri karmar fyri børn og ung. Í hesum sambandi hevur Barnaverkætlanin framt fleiri týðandi pilotverkætlanir og arbeitt við strategi- og førleikamenning innan felags almenna leiðslu. Barnaverkætlanin er skipað og virkar eftir einum samskapandi og fimun arbeiðshátti, ið gevur øllum viðkomandi pørtum lut í menningartilgongdini - ein leistur, ið hevur víst seg í verki at virka væl og fær góða undirtøku. Umráðandi er, at børnini eisini fáa eina rødd og møguleikan at siga sína hugsan um teirra viðurskifti – og fáa veruliga ávirkan í tilgongdini, og tað hevur Barnaverkætlanin m.a. gjørt í tilgongdini at fyrireika eina føroyska barnalóg – tann fyrsta í Føroyum.
Arbeiðið í Barnverkætlanini er nú komið so mikið áleiðis, at farast kann undir royndarverksetan saman við kommunum, sum hava víst ætlanini áhugað.
Tí eru vit sera fegin um samstarvið við Vágs kommunu, og at vit nú eru komin hertil í verkætlanini, at Vágs kommuna hevur tikið avgerðina at seta ein netsamskipara í starv. Hetta er eitt stórt stig í menningartilgongdini fyri børn og ung í kommununi og eitt ítøkiligt dømi um, hvussu Barnaverkætlanin verður sett í verk í praksis.
Vágs kommuna hevur við hesi avgerð víst, at tit vilja gera mun, og at tit taka ítøkiliga ábyrgd av trivnaðinum og menningini hjá tykkara børnum og ungu. Nú verður farið undir at gera eina meira ítøkiliga avtalu um, hvussu samstarvið millum Vágs kommunu og Barnaverkætlanin verður skipað.
Eg vil tí nýta høvið at takka tykkum í Vágs kommunu fyri tykkara eldhuga og vilja at fara undir hetta arbeiði. Tit ganga undan og fara uttan iva at gera tykkum virðismiklar royndir, sum aðrar kommunur kunnu læra av.
Eisini vil eg fegin ynskja tær, Sunrid Hansyardóttir Olsen, hjartaliga til lukku og góðan byr í nýggja starvinum sum netsamskipari. Hetta er ein týðandi og spennandi uppgáva, sum uttan iva fer at hava eina jaliga ávirkan á børn og ung í kommununi.
Vit í landsstýrinum, saman við Barnaverkætlanini, gleða okkum til framhaldandi samstarvið við Vágs kommunu og at fylgja við í menningini av hesum týdningarmikla arbeiði.
Børnini og tey ungu eru okkara framtíð. Tað er okkara felags ábyrgd at tryggja, at tey fáa eitt trygt lív, har tey trívast, mennast og hava allar møguleikar fyri at blóma – bæði sum einstaklingar og sum virkin partur av góðum inkluderandi felagsskapum.
Takk fyri, og enn einaferð hjartaliga til lukku og góða eydnu!