Góðu tit
”To be or not to be; that’s is the question”.
Hetta er ein setningur, sum kanska mong tykkara kenna; setningurin er úr leikinum Hamlet, sum Shakespeare skrivaði onkuntíð í 1600 talinum.
At vera, ella ikki at vera, tað er spurningurin. Ein spurningur, sum varð reistur í einum fiktivum leiki fyri 500 árum síðani, men sum er háaktuellur í dag, eisini fyri tykkum.
Spurningurin: at vera; ella hvat skal eg verða.
Um vit reika í hugaheiminum eina lítla løtu afturat, so lat meg fortelja tykkum eitt lítið ævintýr:
Einaferð fyri mongum árum síðani var tað ein lítil drongur. Hann hevði 2 systkin, nógv áhugamál og vaks upp í einum friðarligum landi í einari lítlari bygd, og droymdi stórar dreymar; onkuntíð kundi man freistast at hugsa, at hansara dreymar virkaðu í so fjarir; dreymar um at gerast flogskipari, fótbóltsstjørna, og alt har ímillum.
Tað var við dreymum hansara sum við dreymum sum heild: teir kunnu broytast, og tað gjørdi tað eisini hjá hesum smádreingi, sum vaks til og gjørdist tannáringur.
Hann gekk í skúla eins og hini børnini; fakini vóru ok fyri tað mesta, men støddfrøði og alisfrøði var ikki akkurát tað, sum hann tímdi best. Heldur tað at hava okkurt við relatiónum og onnur menniskju at gera, tað var tað, hann tímdi; og so kom tann stóri dagurin, har hann var í tykkara støðu: hvat skuldi hann velja at verða?
Skuldi hann velja at gera meir við fótbóltin og gerast stjørna, ella royna seg sum flogskipari og fáa luft undir veingirnar á tann hátt? Nei, sum frá leið varð hann komin til ta niðurstøðu, at hann í sínum dagliga yrki fegin vildi arbeiða við menniskjum og relatiónum.
Nú hevði hann «tunað» seg inn á røttu hillina, men eisini her var nógv at velja ímillum: skuldi hann fara undir at lesa sjúkrarøktafrøði, lærara, námsfrøðing, lækna ella okkurt heilt annað, sum hevði við menniskju at gera?
Hann stóð framman fyri hillini og valdi námsfrøði, tí her hevði hann møguleika at arbeiða við børnum og familjum, og var hetta nakað, sum hugtók hann.
Ævintýrið endaði ikki her; faktiskt er tað ikki endað enn, tí hesin smádrongurin var eg, og eg eri enn í ferð við at skriva mítt ævintýr.
«Lívið er tað stórsta ævintýrið», segði H.C. Andersen, og er hetta nakað, eg havi tikið til mín. Eg eri rithøvundur í mínum egna lívi, og eg eigi eisini høvuðsrolluna.
Tit eru í ferð við at skriva tykkara ævintýr, og standa nú framman fyri einari gátt inn í ein heim við nógvum valmøguleikum í sambandi við útbúgving og yrkisleið tykkara. Nógvar hurðar eru opnar, tí sum heitið á hesum degi er, so er talan um markleysar útbúgvingar.
Men hvussu velur tú so rætt, og hvat skalt tú velja?
Skalt tú gera sum hini gera, sum onnur siga, ella hvussu?
Og hvat nú, um tú velur skeivt, hvat hendir so?
Alt hetta eru spurnignar, sum fyrr ella seinni gera seg galdandi, og valið kann verða torført. Við at hava fleiri hillar við møguleikum, so fylgir eisini kanska til tíðir eitt ávíst trýst; eg MÁ velja okkurt skjótt, og eg MÁ velja rætt.
Góðu tit; sum landsstýrimaður í útbúgvingarmálum vil eg geva tykkum hetta ráð: anda djúpt inn, og tak tað róligt.
Tað, sum er mest umráðandi, er nevniliga ikki HVAT tú vilt verða, men HVØR tú vilt vera.
Tann besti eginleikin tú hevur er hesin: at vera tú við teimum evnum og førleikum, tú hevur.
Samfelagið hevur brúk fyri øllum, fyri flogskiparum, læknum, lærarum, handilsfólkum, heilsurøktarum, grannskoðarum, ja tað spennir vítt.
Tá tú nú skalt velja hvønn veg tú vilt fara, hugsa so um, hvør vegur vil fáa tað besta fram í tær, tí tað er hetta, sum skal vera endamálið: at vit ynskja at vera tann besta útgávan av okkum sjálvum, tí júst tað kann eingin annar.
Og hvat so, um tú velur skeivt? Hvat hendir so? Ja so ber til at venda við, og velja eitt annað. Ver ikki bangin fyri at fara undir eina útbúgving, eisini um tú ivast eitt sindur, tí tað er í sjálvari tilgongdini, at tú lærir, og tað tú lærir undir sokallaða «skeiva» valinum, er eisini ein lærdómur.
Tí kunnu vit siga, at tað er einki, sum eitur «skeiva» valið, tá tað kemur til at læra. Tú velur at taka stigið og læra, og um tú heldur áfram á somu farleið, ella sneiðir av vegnum og tekur aðra leið seinni, ja so hevur tú eisini í hesi tilgongd lært nógv, bæði fakliga, men eisini um teg sjálvan og tíni medmenniskju.
«To be or not to be»; hetta er spurningurin, men lat henda spurning vera kjølfestan í hesum: HVØR vil eg vera, og ikki einans í tankanum um HVAT vil eg verða.
Lívið er stórsta ævintýrið, har tú ert rithøvundurin; eg ynski tær góðan skrivihug frameftir.
Takk fyri.