Røður hjá landsstýrismanninum


Markleys útbúgving 2024 í Norðurlandahúsinum – 6. nov. 2024

Góðu tit

“Útbúgving er tað sterkasta vápnið, sum tú kanst brúka, um tú ynskir at broyta heimin”
Nakað soleiðis segði Nelson Mandela einaferð. Mandela droymdi um ein betri heim við størri fríheit, meir rættvísi og minni rasismu, og gjørdist hann kanska ein tann kendasta ímyndin av stríðnum fyri einum meir rættvísum heimi.
Um eg spurdi teg, um tað er nakað í heiminum í dag, sum tú heldur kundi ella átti at verið annarleiðis, so vænti eg, at tú hevði svarað ja.
Hvønn dag verða tú og eg, umvegis talgildu miðlarnar, áhaldandi kunnað um, hvussu ring støðan er ymsastaðni í heiminum bæði við atliti at ófriði og veðurlagsbroytingum, sum á hvør sín hátt hava lagt fleiri lond undir trýst, og øll eru vit samd um, at nógv kundi verið betur í heiminum í dag.
Næsta ár standa tit við húgvu á høvdinum og prógvi í hondini, og tá, ella kanska áðrenn tað, seta tit spurningin, “hvat skal eg so aftaná.”
At velja er ikki altíð lætt, men tað at sleppa at velja, tað er ein gáva í sjálvum sær. 
Síðsta ár, tá eg luttók til henda dag, segði eg søguna um drongin, sum droymdi um at gerast fótbóltsstjørna ella flogskipari. Hetta má sigast at vera tvær yrkisleiðir, sum eru rættuliga ymiskar, men báðar hava sínar egnu veingir at flúgva við.
Drongurin vaks upp, og nú hann er 52 ár, er hann ikki flogskipari, og bara fótbóltsstjørna, tá hann av og á spælir innandura fótbólt við “old boys”, har hann í 60 minuttir kann látast at vera fótbóltsstjørna.
Tá hesin ungi maðurin stóð framman fyri hillini av útbúgvingartilboðum, var nógv at velja ímillum. 
Eftir umhugsnartíð valdi hann at taka útbúgving innan námsfrøði, tí hann ynskti at arbeiða við menniskjum, børnum og familjum. 
Kanska tit longu hava gitt, hvør hesin ungi maðurin, ella fótbóltsstjørnan er: Tað var eg.
Í dag standi eg her framman fyri tykkum, ikki sum námsfrøðingur, men sum landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, og er hetta eisini í sjálvum sær ein søga um, hvussu ein yrkisleið kann broytast.
Sum landsstýrismaður eri eg errin av, at vit her heima í Føroyum hava eina góða útbúgvingarskipan, har vit hava miðnámsskúlar, sum kunnu vera við til at leggja støði til eina víðari útbúgving. 
Eg eri eisini so sera fegin og stoltur av, at vit í Føroyum hava tykkum; ein góðan og forvitnan ungdóm. Og tá eg fekk at vita, at her í dag skuldu samlast 553 miðnámsnæmingar, sum næsta ár fáa prógv, so var tað fyrsta eg hugsaði, at vónin fyri framman er bjørt.
Vónin hjá tykkum er bjørt; tit kunnu fáa eina miðnámsútbúgving, og við henni í hondini kunnu tit velja at fara víðari á útbúgvingarleið tykkara.
Tit fara í dag at hoyra um ymiskar útbúgvingarmøguleikar, ikki bara her heima, men eisini úti í heim; fyrilestrar um, hvussu tað er at lesa í t.d. Skotlandi, Bretlandi, Danmark, Fraklandi og aðrastaðni við.
Tit fara eisini m.a. at hoyra fyrilestur um, hvussu tú í USA kanst taka útbúgving og íðka tín ítrótt samstundis, og um møguleikar at fara í læru hjá onkrari fyritøku og fáa eina yrkisútbúgving.
Og hevur tú kanska ikki hug at lesa víðari beint eftir tú hevur fingið títt prógv, ja so ber eisini til at taka eitt ár frí og kanska fara á háskúla og ferðast við øðrum ungum í bólkum.
Møguleikarnir eru nógvir, men valið er títt
Eg veit, at tá man stendur framman fyri nógvum valmøguleikum kann tað eisini gerast ein tung uppgáva at skula velja; gávan, sum liggur í sjálvum valinum, gerst til eina tunga uppgávu.
Sum landsstýrismaður í útbúgvingarmálum havi eg hesa heilsan til tín: Gev tær tíð at velja. 
Tær nýtist ikki at “sweipa” beinleiðis frá miðnámi yvir á eitt universitet ella annað. Tit vaksa upp í einum heimi, har alt gongur við fúkandi ferð, og hetta kann eisini leggja trýst á tykkum, men gev ikki eftir trýstinum, men hugsa teg um og anda djúpt inn.
Søk tær vegleiðing, eisini her í dag, men minst til, at valið er títt, og gev tær tíð til at velja
Nelson Mandela hugleiddi um at broyta heimin, og vísti á, hvussu umráðandi útbúgving er í hesum samanhangi.
Men, hvar er heimurin, og hvussu kann ein miðnámsnæmingur í Føroyum hava hesi orð í huga, tá hann ella hon skal velja sær útbúgving ?
Jú tí heimurin er har, ið tú ert; tú ert við til at broyta heimin, har tú ferðast, óansæð hvørja útbúgvingarleið tú velur. 
Um tú velur eina útbúgving sum t.d. verkfrøðingur, so kanst tú vera við til at menna infrakervið og flyta samfelagið longur fram á leið. Hevur tú hug á gransking, so kanska tú velur eina granskingarleið, har tú kanst vera við til at brynja okkum til framtíðar avbjóðingar innan fyri t.d. burðardygd og umhvørvi. Ella kanska tú velur eina útbúgving, har tú kanst virka innan fyri okkara vælferðarsamfelag við at taka tær av menniskjum, børnum, ungum ella eldri. 
Við tínari útbúgving  fert tú tí at vera við til at seta tíni fingramerki, ikki bara á tilveruna hjá tær sjálvum, men hjá øðrum við. 
Men í síðsta enda, so er umráðandi at minnast til, at ein útbúgving er ikki bert eitt prógv, men nakað, sum kann vera við til at gera teg til eina enn betri útgávu av tær sjálvum, og er hetta tað, sum er mest umráðandi at hava í huga, nevniliga at óansæð útbúgving ella starv, so finst bara ein av tær.
Tískil skal heilsan mín til tín vera henda: vel ta útbúgving og yrkisleið, sum kann vera við til at fremja ta besta í tær, tí í síðsta enda er spurningurin ikki, hvat tú ert, men hvør tú velur at vera sum menniskja.
Eg ynski tykkum ein góðan og gevandi dag.
Takk fyri.