Røður hjá landsstýrismanninum


Røða til landsfund hjá Føroya Ungdómsráði, 25. mars 2023

Góðu áhoyrarar

Fyrst vil eg takka Føroya Ungdómsráði fyri at hava bjóðað mær at siga nøkur orð í dag, nú tit hava tykkara árliga landsfund. Sum landsstýrisfólk í barnamálum, og harvið eisini ungdómsmálum, er tað mær ein heiður.

Í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum síggja vit eina stóra øking í trupulleikum millum børn og ung. Skúlanoktan og skúlaaftran er vaksandi, nógv ung kenna seg stressað og hava ilt í sálini, og aldrin hava vit havt so nógv í skúlaskipanini við tørvi á serligari hjálp. Hví, kann man kanska spyrja. Svarið, ja, tað er neyvan eitt einfalt svar, sum gevur eina nøktandi forkláring.

Vit vita, at ein partur av forkláringini er, at vit eru meira tilvitað í dag, um teir tørvir og tær avbjóðingar, sum børn og ung dragast við, og tí kemur hetta eisini fram í ljósmála. Tað er gott, tí tað merkir, at man kann gera nakað við tað. Men partur er helst eisini tann hektiski gerandisdagurin, við langum døgum á stovni, tí bæði foreldur arbeiða 40 tíma viku. Men partur av forkláringini, hugsi eg, eisini kemst av mátanum vit liva og eru saman uppá.

Tað er ikki lætt at vera ungur í dag. Tað er nógv, ein skal fyrihalda seg til, og heimurin er ikki so einfaldur, sum hann einaferð var. Tað tykist, sum vit við tøknini eru flutt úr samfelagnum og inn í tann talgilda heimin.

Ung, sum gomul, sita vit alsamt meira frammanfyri skermar, og soleiðis sum vit hava skipað okkum við tøknini, tykist tað at vera alneyðugt at vera á netinum, fyri at kunna luttaka og fylgja við, tí her hava vit nógv av okkara dagliga samskifti og sambandi við onnur. Tað er eisini her, at vit vísa okkum fram, og heldur enn at spegla okkum í okkara medmenniskjum, er tað á hesum pallum, at ung í størri mun finna sínar fyrimyndir, og tað ger nakað við okkum.

Við tí seinmodernaða samfelagnum blívur alt alsamt meira individualiserað. Tað vil siga, at tørvurin hjá einstaklinginum verður settur í hásæti, heldur enn leitanin eftir einum felags besta. Tað er her, at vit fáa prestatiónssamfelagið, tað vil siga samfelagið, har vit verða mett eftir okkara avrikum, sum eisini hevur við sær sínar avbjóðingar. Tað er tá, at strembanin eftir tólvtalinum gerst so týdningarmikil.

Men eg hevði herfyri vitjan av nøkrum næmingum, sum spurdu meg, hvat eg helt um tólvtalið. Svarið var greitt, tí eg haldi ikki, at tað snýr seg um at fáa tann besta karakterin. Heldur snýr tað seg um at vera tann besti karakterurin. Men at gerast ein góður karakterur er torført, tá vit orsakað av skermunum liva so avbyrgd frá hvørjum øðrum. Tí hava vit tørv á fleiri sosialum rúmum, úti í tí veruliga lívinum, har vit kunnu koma saman, og her er margfeldi lykilin.

Fyri at kunna koma okkara avbjóðingum til lívs, hava vit tørv á fleiri sunnum og góðum felagsskapum. Fleiri rúmum, har vit kunnu læra at samstarva og at taka hædd fyri hvørjum øðrum, tí tað er soleiðis, at vit mennast og mentast. Tað er eisini her, at vit læra at koma okkara medmenniskjum við, og har vit síggja týdningin í at virða og at leggja í hvønn annan, og soleiðis blíva tann góði karakterurin.

Tað er frálíkt, at vit hava nógv frítíðartilboð innanfyri ítróttin, men øll tíma ikki ítrótt. Summi vilja heldur gera okkurt annað. Tí er tað týdningarmikið við fleiri vælvirkandi alternativum, har vit kunnu koma saman um eitthvørt, sum hugtekur okkum. Tess fleiri tilboðini eru, tess betri fevna vit um allan okkara ungdóm. Og tað eru júst hesi alternativini, sum nógv av tykkara limafeløgum og lokalfeløgum í stóran mun bjóða.

Um hugt verður at samgonguskjalinum, so stendur skrivað, at Samgongan ynskir at raðfesta eitt ríkt mentanarlív og frítíðarlív – ikki bert við ítrótti, men frítíðarfelagsskapirnir skulu eisini hava góðar karmar. Og lat tað verða fyri egna rokning, tá eg sigi, at hesi tilboð eiga at vera í betri javnvág, tí fáa vit ikki lyft teir felagsskapirnir, sum snúgva seg um annað enn ítrótt, hvat verður tá av margfeldinum?

Ein sunnur felagsskapur, har ein følir seg heima, skapar trivnað og er tryggur at vera í. Og júst tryggleiki og trivnaður er besti gróðrarbotnur til tað mótstøðuføri, sum ger okkum før fyri at yvirkoma tær avbjóðingar og ta mótgongd, sum vit uppliva aðrastaðni í lívinum. Og megna vit tað, so hava vit lættari við at búnast og mennast.

Í byrjanini nevndi eg nakrar av teimum avbjóðingum, sum vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum arbeiða við, og hóast vit royna at gera tað vit kunnu, so hava tit ein stóran og týdningarmiklan leiklut fyri okkara børn og ungu. Tað vóni eg, at vit kunnu samstarva um, so vit í felag fáa einar Føroyar, har øll børn og ung, hava bestu fortreytir at liva.

Takk fyri.