Røður hjá landsstýrismanninum


Góðan morgun og hjartaliga vælkomin øll somul, ið virka innan SSP- arbeiðið

Ætlar tú at ganga skjótt, so skalt tú ganga einsamallur, men ætlar tú at ganga langt, so skalt tú fylgjast við øðrum, soleiðis ljóðar eitt gamalt afrikanskt orðatak.

SSP fatar fyrst og fremst um samstarv, har øll, ið virka innan SSP-økið, ráðleggja og skipa arbeiðið saman við øðrum. Samstarvið er galdandi bæði fyri tykkum øll, sum í  tykkara dagliga yrki arbeiða innan SSP-økið og okkum í leiðslubólki og starvsnevnd. Samstarv er grundarlagið undir SSP-skipanini. Í felag at slóða fyri, seta mál, virka, ráðgeva og fyribyrgja. Hetta er fortreytin, so vit í felag náa so langt sum til ber í arbeiðinum at veita børnum og ungdómi okkara førleikar at megna ymisk val, avbjóðingar, og at velja tey mennandi virðini.

Høvuðsendamálið hjá SSP er at virka fyribyrgjandi við denti á trivnað, har vit fremja átøk, sum minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung. Harumframt sum fyribyrgjandi átøk at leggja áherðslu á trivnað og góðar felagskapir. SSP er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi og fatar um børn og ung í aldrinum frá 0 og til og við 17 ár.

Politiskt eru bygnaðarligar broyting gjørdar innan økið, tá ið nývalda landsstýri fyri einum góðum ári síðani setti sær fyri at savna stóran part av barna- og ungdómsøkinum í einum ráði, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Tað er tí sami landssstýrimaður, sum umsitur skúlaverkið, dagstovnar, barnavernd og Gigna. Henda skipan gevur nakrar serstakar møguleikar at menna og samskipa barna– og ungdómsøkið, men tað er samstundis ein stór ábyrgd og avbjóðing, sum krevur, at vit øll, sum varða av økinum, lyfta í felag.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur tí tikið stig til saman við landsstýrisfólkunum í Heilsumálaráðnum, Løgmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og formansskapinum í Kommunufelagnum at orða eina felags kós  fyri at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í Føroyum.

Visjónin er, at Føroyar skulu verða besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Partarnir eru samdir um at virka í felag fyri at finna loysnir, sum kunnu sameina tænastur, sum verða veittar børnum og ungum, so at tey kunnu mennast og trívast.

Samstundis er sjøtul settur á eina verkætlan, eisini kallað Barnaverkætlanin, sum allir partar hava góðkent. Málið er at seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu  pørtunum og at virka í felag, so at tænasturnar verða samskipaðar, fyri at røkka einum so góðum úrsliti sum møguligt.

Hetta er ein spennandi verkætlan, sum eg leggi stóran dent á at fáa at virka til fulnar. Her hava vit ein gyltan møguleika at taka lógvatak saman bæði um fjøldina og einstaka barnið og tann unga og at gera fyriskipanir, har vit í felag samstarva um menningarátøk og at finna loysnir.  

Um tú skalt náa langt og røkka málinum sum landsstýrismaður, so mást hava fylgiskap og undirtøku bæði politiskt og frá undirliggjandi stovnum, men ikki minst frá øllum tykkum, sum í tykkara dagliga yrki varða av økinum, børn og ung.

Á kveikingardegnum í dag verður serligt fokus sett á foreldraleiklutin, sum er so sera umráðandi í barnsins uppvøkstri og menning. Foreldrini eru tey týdningarmestu í barnsins lívi. Foreldrini hava ein avgerandi leiklut í uppalingini, at vísa umsorgan, kærleika, nærveru og vera fyridømi á ymsan hátt. Hetta ávirkar bæði barnsins atferð og persónmensku, og er tað støði ella fyrimynd, sum barnið byggir víðari á. Góð viðurskifti millum børn og foreldur fremur ró, stabilitet og hjálpir barninum at finna fótafesti í truplum støðum og hevur eisini ávirkan á lívsmeistring.

Vit menniskju eru ymisk og hava ymiskar førleikar. Tí eru tað ikki øll foreldur, sum megna ta stóru uppgávuna, sum er at vera foreldur. Støðurnar eru eisini ymiskar, og eisini førleikarnir og avbjóðingarnar bæði hjá foreldrunum og børnunum. Tað er tí okkara ábyrgd, sum arbeiða innan økið, børn og ung, at veita ta hjálp og tænastu, sum til ber og í røttum tíma. Hetta eru mál, vit hava sett okkum í Barnaverkætlanini, og eisini at bíðitíð ella viðgerð frá myndugleika til myndugleika ikki verður ein forðing í barnsins menning.

Tað  kann vera krevjandi á ymsan hátt at vera foreldur í dagsins samfelagi. Eg havi tí  sett mær fyri at bøta um hesi viðurskifti, og havi sett arbeiði í verk, har tað skal standa foreldrum í boði at fáa ráðgeving í mun til vanligar gerandis trupulleikar. Tað er sera umráðandi, at foreldur í truplum støðum ella foreldur, sum eru í iva um, hvat rættast er at gera, fáa hjálp og ráðgeving so skjótt sum til ber. Hetta skal vera eitt lággáttartilboð, har ikki er neyðugt við skráseting og at fara umvegis barnavernd.

Eg eri sannførdur um, at tit í SSP skipanini gera eitt stórt arbeiði bæði SSP- ráðgevingin, og tit sum arbeiða í økjunum, dagstovni, skúla, barnaverndartænastu og í løgregluni. Tit hava eisini eitt samskipandi arbeiði við felags fundum í barnaverndarøkjunum. Í ársætlanini, Mál og mið, eru løgd arbeiðsøki fyri árið, har fleiri eisini eru afturvendandi millum annað, ung og lívið og góðir miðlavanar. Eg taki hesi evni fram, sjálvt um lívsmeistran og onnur evni eisini er eins umráðandi. 

Tað er sera umráðandi at raðfesta tey evni, sum eru avbjóðingin bæði hjá teimum ungu og foreldrunum. At taka foreldrini við upp á ráð í spurningum, har foreldrini kunnu virka fyri, at ung hava eitt heilsugott og virkið ungdómslív uttan royking og rúsdrekka er eitt gott átak. Hetta, at foreldur eru saman og umrøða sín leiklut, er sera viðkomandi, tí nógvar normar seta vit eisini í felag. Foreldur kunnu verða ivandi, tá ið barnið gerst tannáringur, um hvat er rætt at gera, og hvørji mørk vit skulu seta. Vit vita, at tey ungu vilja vera og gera sum hini, ella sum tey halda, at hini gera og ynskja eisini ofta at víðka mørkini. Hesir foreldrafundir, sum skúli og SSP skipa fyri eru eitt umráðandi átak at skipa felags fatan um tannáringaárini. Tað er eisini ein sannroynd, sum nógv vísa á, sum arbeiða við børnum og ungdómi og eisini tey, ið virka innan rúsevnisviðgerð, at børn og ung, sum trívast og eru partur av einum sunnum felagsskapi, eru í nógv minni vanda fyri at koma út í rúsevnis- ella rúsdrekkatrupulleikar.  

Eg vil tí inniliga heita á tykkum í SSP skipanini, takið samrøðuna við tannáringin, sum er við at koma sær í óføri, sjálvt um hann er víkjandi, gerið so tað, tit kunnu saman við foreldrunum at fáa unglingin í tal og veita honum hjálp at koma burtur úr støðuni. Í slíkum førum er neyðugt at hava amboð og fyriskipanir at kunna fáa tann unga at velja at verða saman við øðrum javnaldrum til felags átøk í einum mennandi umhvørvi. Hetta sama ger seg eisini galdandi, tá ið talan er um skúlafráveru og mistrivnað. Um einki verður gjørt, og støðan bara versnar, so er skjótt at koma á eina glíðibreyt. Tí er fyribyrging og at seta inn tíðliga tað, sum er mest umráðandi og at gera umstøðurnar, so at barnið og tann ungi trívist.

Einsemi tykist at vera ein stór avbjóðing hjá teimum, sum ikki luttaka í ítrótti ella øðrum frítíðarlívi.  Telda, teldil og snildtelefon spæla ein stóran leiklut í lívinum hjá børnum og ungum. Summi ung hava mestu kontakt við onnur ung á netinum, og bæði børn og ung nýta nógva tíð til telduspøl. Hetta er ein vaksandi avbjóðing, sum bæði foreldur og skúli eiga at verða ansin um, serliga tí at hetta er øðrvísi samskifti og samvera enn tað persónliga sambandið og kann eisini føra til einsemi.

Harumframt vísa trivnaðarkanningar, bæði í 2019 og 2023, at børn og ung í fólkaskúlanum verða happað á netinum og fáa særandi boð ella myndir sendandi, og at tær verða sendar til onnur. Átakið “Góðir miðlavanar” er partur av fyribyrgjandi arbeiðshættunum hjá SSP og vendir sær til børn, foreldur, lærarar og skúlan um, hvussu børn og ung í Føroyum kunnu ferðast á netinum á ein skilagóðan hátt. Hetta er eisini eitt bæði neyðugt og viðkomandi átak, sum uttan iva kann gera mun, tí framvegis eru tað nógv børn og ung, sum kenna seg happað á netinum. Í átakinum, Góðir miðlavanar, verður dentur lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at tryggja, at okkara børn og ungu trívast á netinum, og at hetta hoyrir saman við trivnaðinum hjá flokkinum.

SSP- samstarvið, sum byrjaði í 2008, hevur havt stóran týdning, helst serliga innan fólkaskúlan, har skipanin byrjaði. Í felagsskapi hava tit nátt langt og bygt eina skipan, sum virkar. Arbeiðsøkið er seinni víðkað til at fata um øll børn og ung frá 0- til og við 17 ár. Tað er týdningarmikið, at vit framhaldandi hava eitt skipað samstarv millum viðkomandi myndugleikar um átøk at fyribyrgja sosialar trupulleikar, rúsevnismisnýtslu og at fyribyrgja kriminalitet. Soleiðis, at vit kunnu møta børnum og ungum við ymsum avbjóðingum. Skipanin eigur uttan iva at verða dagførd og ment, sum m.a. varð mælt til í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu frá 2022. Eg fari at hyggja eftir teimum økjum, eg umsiti við atliti at samskipan,  innihaldi og arbeiðstíð.

 

Eg takki tykkum fyri gott arbeiði og ynski tykkum blíðan byr í arbeiði tykkara, og at tit á kveikingardegnum í dag fáa viðkomandi íblástur til tykkara arbeiðið innan SSP- samstarvið.