Húsarhaldsskúli Føroya 50 ár – 25. oktober 2024
Góðu tit
Fyri 50 árum síðani, í 1974, hendi mangt og hvat, bæði her heima og úti í heimi, sum gav eftirljóð um allan heim.
Á politiska pallinum gav tað eftirljóð, tá Richard Nixon, sum tann fyrsti presidenturin nakrantíð, mátti siga frá sær embætið í úrtíð vegna Watergate-gøluna.
Meðan rumbul sýntist at vera á politiska pallinum úti í heim, kundu vit tó í Føroyum í 1974 enn einaferð fegnast um at liva í einum demokratiskum samfelagi, tá føroyingar tann 7. novembur hetta ár enn einaferð sluppu at seta sín kross á einum løgtingsvali.
Á listarliga pallinum var 1974 tað árið, har tann enn í dag sera kendi bólkurin «ABBA» gjørdist heimskendur, tá tey við sanginum «Waterloo» vunnu Eurovision (evropeisk sangkapping). Tónleikurin hjá teimum hoyrist enn sum ekkó inn í okkara tíð.
Tað var eisin í 1974, at Steve Wozniak og Steve Jobs hittust fyri fyrstu ferð, og fekk hetta stóra avleiðing fyri alla heim, tá teir seinni, saman við Ronald Wayne grundløgdu IT-fyritøkuna Apple í 1976.
Alt hetta vóru hendingar, sum skaptu eftirljóð, sum vit enn í dag minnast og kunnu læra av.
Men her heima, her norðuri í Klaksvík, var 1974 eisini eitt heilt serligt ár, sum so sanniliga enn tann dag í dag skapar eitt jaligt og gevandi eftirljóð.
Tann 17. oktober 1974 var Húsarhaldskúlin stovnaður; skúlin sá sítt ljós her í Klaksvík, og hevur síðani tá verið staðsettur her, og fer í næstum at flyta inn í nýggj og meira tíðarhóskandi hølir her í Klaksvík.
Í hesum skúla hava nógvir næmingar nomið sær góðar, kreativar og hollar førleikar, tað veri seg innan matlæru, samfelags- og brúkaralæru, glaslist og mangt annað.
Í skúlanum rúmast í dag 21 vistarhaldsnæmingar, og er tað at gleðast um, at eftirspurningurin er so mikið stórur, at vit í nærmastu framtíð fara at kunna taka 35 vistarhaldsnæmingar inn, tá nýggi bygningurin fer at standa klárur - vónandi til várs. Umframt hetta, so fer tann nýggi bygningurin eisini at kunna rúma enn fleiri til tey styttru skeiðini, og er tað eisini at gleðast um.
Í hesum skúla hava mong nomið sær førleikar, sum tey enn tann dag í dag, minnast og brúka. Eg veit, at tit um eina løtu fara at hoyra frá fyrrverandi næmingi, sum gekk her í skúlanum fyri, ja eg tori at siga nokk so nógvum árum síðan (Sirið Stenberg), umframt frá foreldrum hjá næmingum, um, hvussu Húsarhaldsskúlin hevur verið við til at menna ein næming, eitt menniskja, upp á so nógvar mátar.
Og tað er hetta, ein skúli skal gera: vera við til at menna ta einstaka menniskja.
«Fyri at menna seg, krevst áhaldandi forvitni»; okkurt soleiðis málbar kendi Walt Disney seg einaferð; ein maður, hvørs avrik eisini tann dag í dag gevur eftirljóð.
Forvitni er fortreytin fyri menning, og er hetta nakað, sum hevur merkt henda skúlan gjøgnum árini. Hesin skúli varð skipaður undir øðrum fortreytum í 1974, men er framvegis í dag, 50 ár seinni, ein sera væl umtóktur skúli í Føroyum. Eg eri sannførdur um, at orsøkin til hetta er tí at tit í skúlanum hava megnað at hildið fast í tí gamla, samstundis sum tit hava verið forvitin upp á tað nýggja.
Menning er ikki nakað, sum bara hendir, men nakað vit skapa, og til hetta krevst eitt málrættað arbeiði og eldhugi.
Hetta er nakað, sum tit, sum virka og ikki minst leiða henda skúla, hava víst; tit eru fyrimyndir upp á málrættað arbeiðið og ikki minst ein heilt serstakan eldhuga, og vil eg nýta høvið at siga tykkum hjartans tøkk fyri tað !
Nixon, ABBA og Steve Jobs hava givið og geva eftirljóð, men hesin skúli gevur so sanniliga eisini eitt gott og jaligt eftirljóð.
Storm P. hevur einaferð sagt tað soleiðis: en lille mand kan kaste en stor skygge.
Eg vil enda við at siga, at ein í heimshøpi lítil skúli, kann so sanniliga kasta ein stóra skugga frá sær.
Hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum, og vil eg til seinast ynskja Húsarhaldsskúla Føroya blíðan byr.