”Lívið er ikki ein dansur á rósum”; soleiðis verður mangan tikið til, og hetta er nakað, sum vit øll, so ella so, hava ásannað.
Dansur á rósum er her at síggja sum tær góðu løturnar, og nei, lívið er ikki bara altíð lætt, tvørturímóti. Tó er tað so umráðandi og gott við teimum góðu løtunum, tí tær kunnu hava jaliga ávirkan á kringumstøðurnar, bæði fyri nútíð og framtíð.
Alt snýr seg um at gera mun, ein góðan mun, og hetta er nakað, sum tú Hilda so sanniliga hevur gjørt.
Fyri 40 árum síðani tóku tú og maður tín Johannes fyrsta stig út í heimin, tá tit valdu at gerast trúboðarar fyrst í Liberia og síðan í Botsvana, og fluttu so heim aftur á klettarnar í 1996.
Hóast heimkomin á klettarnar, so hevur títt hjarta altíð bankað fyri teimum neyðstøddu úti í heimi, og ger tað tað enn. Tú hevur við einum heilt serligum eldhuga, ótroyttandi arbeitt fyri, at kvinnur og børn fáa betur sømdir, eitt nú útbúgving og lærdóm, soleiðis at tey kunnu fóta sær, og vera við til at skapa sær eitt gott lív við fleiri góðum løtum.
Fyri nógv av okkum ert tú í dag ímyndin av tí arbeiði, sum felagsskapurin Mirjam ger í Liberia og Kenja. Um man fylgir við á FaceBook, so sær man týðuliga, hvussu sera aktivur hesin felagsskapur er, tí tað er við jøvnum millumbili, onkuntíð bara nakrir dagar ímillum, at frásagnir og kunning verða løgd út.
Sjálvur gjørdist eg serliga glaður, tá eg sá myndina, tit løgdu út tann 12 desembur, har tit vístu á tann skara av børnum, sum í ár sleppa at ganga í skúla. Hesin dreymur um skúlagongd, sum vit her heima taka fyri givið, verður gjørdur til veruleika fyri hesi børn, tí tit í ”Mirjam” ótroyttandi samla pening inn, fyri at hetta kann gerast veruligt.
Felagsskapurin Mirjam er uppkallaður eftir kvinnuni Mirjam í Gamla Testamenti í bíbliuni, sum var ein kvinna, sum longu tá hon var heilt ung, tók um endan og veitti eina hjálandi hond.
Mær dámar so væl málningin, sum Frits Johannesen, sáli, hevur málað av Mirjam, og sum er vorðin tykkara kápumynd, har hann lýsir, hvussu Mirjam dansar av frøði eftir at fólk hennara varð bjargað. Málningurin vísir við løttum og vøkrum litum ta gleði, sum er, tá lívið gerst lættari, ja málningurin vísir okkum eina mynd av tí góðu løtuni, har tað bókstaviliga var dansur.
Vit vita øll, at øllum untist ikki at byrja lívið við nógvum góðum løtum og gleðidansi yvir lívið. Hjá mongun kom dansurin ongantíð í lag ella steðgaði upp vegna vánaligar kringumstøður, tað veri seg ófrið, sjúku, kríggj ella annað. Tá er gott við felagsskapum sum Mirjam, sum virkar fyri, at fleiri kunnu fáa fleiri góðar løtur.
Góða Hilda, hjartaliga til lukku við degnum og Guðs ríku signing yvir framtíð tína. Halt áfram við tí gevandi og hjálpandi arbeiði tú gert, og sum vit øll, privat sum landsstýrisfólk eru so sera, sera, takksom fyri. Takk fyri títt ótroyttandi íkast í arbeiðnum fyri, at eisini fólk fjart frá hesum klettum kunnu fáa góðar løtur og vónandi nakrir gleðidansir í lívinum.