Røður hjá landsstýrismanninum


Granskingardepil fyri Børn og ung stovnaður, 30. oktober 2024

Góðan morgun
“Vit skulu vita og ikki gita” er ein av grundsetningunum í okkara vitanarsamfelagi. 
Vit skulu grunda okkara avgerðir á vitan og fylgja við, at úrslitið av tí, sum vit seta í verk, er tað, sum vit høvdu ætlað. 
Tí fegnist eg almikið um, at Fróðskaparsetur Føroya í góðum samstarvi við Barnaverkætlanina í dag kann boða frá, at ein depil fyri barna- og ungdómsgransking  er skipaður á Setrinum. 
Ein depil, sum umfatar allar tær 5 deildirnar á lærustovninum, so til ber at fáa tvørgangandi gransking av barna- og ungdómsøkinum í Føroyum.
Visjónin fyri barnaverkætlanina, sum 4 landsstýrisfólk og 2 borgarstjórar umboðandi Kommunufelagið skrivaðu undir í marsmánaði í fjør var, at “Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í”. 
Saman lovaðu vit hvør øðrum, at vit skuldu virka fyri øktum samstarvi, sum tryggjar, at børn og ung verða sett fremst og at vit støðugt hava eitt barnavinarligt samfelag. 
Fyribyrgjandi átøk og heilsufremandi tiltøk skulu verða partar í tilgongdini fyri at røkka málinum.
Saman hava vit sett Barnaverkætlanina í verk, sum er staðsett her hjá mær í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Men talan er um eitt felags átak hjá øllum teimum luttakandi pørtunum. 
Tað er umráðandi, at allir partar eru við, fyri at kunna samskapa nýggjar loysnir á teimum samansettu avbjóðingunum, sum okkara børn og ung møta í dagsins samfelagi. 
Tað eru samansettar ella villar avbjóðingar, sum eingin fær loyst einsamallur. Vit mugu gera tað í felag.
Hetta sama verður nú endurspeglað inni á Setrinum, har tað verður ein tvørgangandi tilgongd til granskingarøkið fyri børn og ung. 
Tann góða menningin og læringin er treytað av trivnaðinum, sum aftur er partur av heilsustøðuni, bæði kropsliga og andaliga. Samfelagsligu umstøðurnar hjá børnum og ungum, saman við familjum teirra, spæla avgerandi inn eisini. Alt hongur saman, og vit mugu fata tað sum eina heild.
Eitt tað fyrsta, sum liggur fyri framman, er at fáa gjørt eina sokallaða base-line kanning, ið lýsir umstøðurnar hjá børnum og ungum í okkara samfelagi. Eina kanning,  sum kann verða endurtikin við jøvnum millumbilum. Á henda hátt kunnu vit fylgja við, hvønn virknað átøkini hava, sum verða sett í verk.
Tað uppvaksandi ættarliðið er tað dýrabarasta tilfeingið okkara samfelag eigur. Við at taka røttu avgerðirnar og fremja røttu átøkini, fyri tey, gera vit tað bestu íløguna í framtíðina. Bæði teirra og fyri okkara samfelag sum heild.
Tí er tað so týdningarmikið, at vit vita og ikki bara gita. 
Hetta fer granskingardepilin fyri barna- og ungdómsgransking á Setrinum at hjálpa við til.
Takk fyri og  góða eydnu við átakinum.