Røður hjá landsstýrismanninum


FM fyri handverkslærlingar – Glasir, 27. februar 2025

Góðu tit

Eg hugsi at byrja við hesum setningi, sum vónandi er tann, sum tit taka við tykkum, ikki bara eftir at henda kapping er liðug, men eisini, tá tit standa við tykkara prógvi í hondini, og tað er hetta:  Ein lærlingur í dag er ein meistari í morgin.

Tað er bæði gleðiligt og stuttligt at síggja tykkum øll her í dag, og sum landsstýrismaður kann eg ikki annað enn at fegnast um, at vit í Føroyum hava so nógv dugnalig fólk, sum ynskja at taka eina yrkisútbúgving. Harnæst vænti eg, at vit øll eru samd um, at karmarnir, vit hava úti á Glasi til hetta, eru framúr. Her hava vit eitt útbúgvingarstað, sum vísir, hvussu tað teoretiska og praktiska eiga og kunnu ganga upp í eina hægri eind.

Tit, sum nú fara at kappast, eru á mongum økjum ymisk, men sum lærlingar hava tit kortini nakað til felags.
Tit arbeiða øll við hondunum, har tað krevst góðir praktiskir førleikar og handalag, og í tykkara yrki hevur tað stóran týdning at duga at vera neyvur ella præcisur. Ein lítil feilur kann hava við sær eina skeiva frisýru, ein óstøðugan bygning, ein streymskaða, eina óvirkna maskinu ella eina vandamikla bil-viðgerð.

Tit hava øll tykkara egnu seramboð, alt frá saksum til loddiamboð og hamara, og nýta tit hetta til at skapa, byggja ella umvæla nakað, tað veri seg hár, træ, el-innleggingar, maskinur ella bilar.

Ígjøgnum tykkara yrki fara tit at ávirka og gera lívið lættari hjá so nógvum av okkum, og lat meg bara siga tað hart beinanvegin, tað sum nógv av tykkum hugsa beint nú: tað er ikki akkurát tit frisørar, sum fáa so nógva ávirkan á mín gerandisdag, men sama ger.

Tit hava óivað øll hava havt onkra fyrimynd, kanska innan tykkara yrki ella á øðrum økjum, sum hevur vakt tykkara áhuga. Ein fyrimynd er ein, sum hevur gjørt sítt allar ítasta, og harvið avrikað væl.

Tit kunnu eisini vera fyrimyndir, um tit bara altíð hava hetta fyri eyga: at vera vælgjørdur.

Óansæð um man velur sína yrkisleið innan handverk ella skrivstovu, á sjógvi ella landi, so er hetta eina, tað at vera vælgjørdur, so sera umráðandi. 

Ein hevur sagt tað soleiðis : "To give anything less than your best, is to sacrifice the gift”, ella umsett til føroyskt: At geva nakað minni enn títt besta, er at ofra ta gávu tú hevur” . So legg tær eina við at vera vælgjørdur.

Nú fara tit at kappast; tað at kappast er nakað, sum eg kenni nógv til, tí eg eri bókstavliga  ein “gamal” fótbóltsspælari. Kappingin mennir okkum, motiverar okkum og fær okkum at hugsa kreativt, og hetta er gott, tí hetta er nakað, sum flytur okkum persónliga, men eisini nakað, sum flytur okkara yrki longur fram á leið.

Eg ynski tykkum eina góða og læruríka kapping við hesari heilsan: tað kann vera, at bara ein tykkara vinnur FM-heitið, men minnist til, at FM ikki bara stendur fyri Føroya Meistari, men FM merkir eisini “ FyriMynd”, og tað kunnu tit øll vera.