Røður hjá landsstýrismanninum


Góðu tit. Góðan morgun og takk fyri, at eg var boðin við.

Nakað, sum mær dámar væl, fyri ikki at siga sera væl, og sum eg veit, at onnur við mær eisini dáma, er bomm og alt tað søta.

Tað verður oftani sagt, at alt arvast. Nú veit eg ikki, um hetta passar heilt, men eitt, sum lættliga arvast, er nokk tann søta tonnin.

Eins og mær dámar væl bommskálina, so síggi eg eisini, at mín eldra abbadóttir, sum í dag er 4 ár, nærum hevur ein radara, tá tað snýr seg um søtt og bomm, og hon ger alt fyri at finna og leita eftir tí. Okkurt sigur mær longu nú, at mín næsta abbadóttir, sum er hálvt ára gomul, óivað eisini fer at spora radaran inn eftir tí søta, tá hennara tíð kemur.

Sum abbi haldi eg tað verða stuttligt at síggja, meðan tað mangan hjá foreldrunum elvir til frustratiónir.

Í hesum tíðum, har vit tosa nógv um heilsu og vælveru, er tað kanska ikki so skynsamt, at dáma tað søta og bommini, og kanska ei heldur so gott at tosa um.

Og tó. Vit skulu kunnu tosa um alt, eisini tað, sum kanska ikki er tað besta, men har ávísar ábøtur kunnu gerast, og soleiðis er við bommskálini, upp á so nógvar mátar.

Nógvar meiningar eru um bommskálina, bæði hvat skal vera í, hvussu nógv skal vera í, og nær tað skal vera lov, at fáa sær eitt bomm.

Sum foreldur hava vit kanska hvør sær havt nógvar ymiskar reglur, tá tað snýr seg um bommskálina, men mon ikke vit øll í ávísan mun hava praktiserað hetta, at øll skulu fáa tað sama og líka nógv. Børnini skuldu hava somu mongd av gummibommbamsum, men ikki nokk við tí, tey skuldu eisini hava somu mongd av hvørjum slagi.

Nógv foreldur hava staðið og brúkt tíð upp á at telja gummibommbamsir, og syrgt fyri, at børnini fingu somu mongd av gummibommbamsum, harundir eisini somu mongd av reyðun, grønun og gulum bamsum. Tey skuldu fáa akkurát tað sama, tí vit vildu, at øll skuldu viðfarast eins.

Hetta millimeturdemokratið,  er nakað, sum kanska hevur fylgt og forfylgt okkum nógv. Tað, at øll skulu hava júst tað sama, tí so er tørvurin hjá øllum nøktaður.

Millimeturdemokratiið gevur okkum eina kenslu av, at hetta er við til at tryggja rættvísi fyri øll, tí øll fáa jú tað sama.

Men hetta er at skjóta við síðuna av. Øll skulu ikki hava tað sama, tí sannleikin er jú tann, at vit fara bara eins við fólkum, um vit fara ymiskt við teimum.

Tað er ikki millimeturdemkratiið, men hugsanin um tørvin, eginleikar og førleikar hjá tí einstaka, vit eiga at hava í fokus, tá vit skulu taka okkum av hvørjum øðrum, og er hetta eisini galdandi, tá vit tosa um børnini.

Hóast øll eru ymisk, og tískil skulu viðfarast ymiskt, so er tað jú eyðsæð, at vit øll hava nøkur rættindi, harundir ikki minst børnini og tey ungu.

Føroyar samtyktu í 1992 altjóða barnarættindasáttmálan, sum inniheldur rættindi, ið øll børn skulu hava. Øll børn, óansæð eginleikar og førleikar.

Hesin sáttmáli minnir okkum á, at øll børn hava somu rættindi og sama virði, og í § 23 er ásett, at um eitt barn hevur eina sálarliga ella kropsliga forðing, so hevur hetta barnið eins rætt til eitt gott lív sum hini. Øll børn, eisini hesi, skulu kenna stoltleika og sjálvsálit, og skulu hava møguleika fyri at vera virkin í samfelagnum, og har tað er neyðugt, hava rætt til serstaka og eyka hjálp.

Yvirskriftin til fakliga dagin í dag, er ”Spenni í og við skúlasamspælinum”, og fara tit at hoyra og umrøða týdningin av, at øll børn, bæði tey við autismu, ella øðrum avbjóðingum, fáa neyðugu hjálp og stimbran til at kunna virka í okkara samfelag. Tit fara í dag at umrøða og hava sjóneyku á, hvussu bæði skúli, stovnar og heim kunnu vera við til at tryggja hetta.

Eingin ivi er um, at ein fortreyt fyri, at hetta skal virka væl er júst samanspælið millum tykkum, sum eru um barnið í tí dagliga; tað veri seg í heiminum, skúlanum ella á stovni. Samanspælið og samstarvið er alt avgerandi fyri tað einstaka barni.

Sum landsstýrismaður í Barna- og úbúgvingarmálráðnum havi eg, saman við øðrum, verið við til at sjósett ”Barnaverkætlanina”; ein verkætlan hvørs aðalmál er at tryggja, at Føroyar skulu vera tað besta landið í heiminum at vaksa upp í; hetta fevnir um øll børn, við og uttan diagnosu, og harnæst óansæð, hvørja diagnosu talan mátti verið um.

Henda verkætlan er í samsvari við yvirskriftina hjá tykkum í dag, tí eisini verkætlanin er tengd at og byggir á samanspæl og samstarv.

Fyri at fara burtur frá millimeturdemokrati og eksklusión, til rættvísi og inklusión krevst, at vit ikki lata okkum stýra av diagnosum, men at vit duga at síggja og fremja kreativar loysnir, sum passa til tað einstaka barnið, og at vit áhaldandi stremba eftir at gera skipanir betur.

Tit, sum eru her í dag umboðandi skúlar, førleikastovur, Sernám, og ikki minst heimini, hava øll tykkara leiklut, tá tað snýr seg um at vera við til at skapa ein tryggan gerandisdag fyri tað einstaka barnið.

Tit í skúlanum og førleikasstovuni duga væl at finna kreativar loysnir til einstaka barnið, og arbeiðið í júst førleikastovuni hevur ment seg sera nógv, síðani hesar vóru settar á stovn í 2011. Tað kann vera, at eftirútbúgving á nøkrum umráðum manglar, men er hetta nakað, sum vónandi og væntandi verður loftað av tí nýggja eftirútbúgvingarleistinum, sum arbeitt verður við í løtuni.

Tit í Sernámi hava sum uppgávu at veita vegleiðing, ráðgeving og neyðugar eygleiðingar av barninum. Tit hava eina servitan, sum er umráðandi at fáa út til tey, sum eru um barnið, ja so nær barninum sum møguligt,soleiðis at tykkara servitan kann vera gangnýtt í tí nærumhvørvi barnið er í.

Og so ikki minst tit, sum varða av sum foreldur. Tit kenna um nakar ta stóru gávu, sum liggur í at vera foreldur, og hava ásannað, at við tí flottasta heitinum og gávuni, sum tað jú er, tá man fær heitið « mamma» ella « pápi», liggur eisini tann mest umráðandi uppgávan. Í teim størstu gávunum liggja oftani tær størstu uppgávurnar, tí jú størri gávan, jú betur vilja vit fara um gávuna. Tit kenna tykkara barn við øllum tí, sum tað rúmar, og júst tit eru ein tann týdningarmiklasta ressoursan hjá barninum. Tað, at tit kunnu fáa neyðuga hjálp, vegleiðing og ráðgeving er umráðandi, og samstarvið við tykkum er altavgerandi.

Eingin kann gera alt, men vit kunnu øll gera okkurt. Vit kunnu øll vera við til at skapa tær góður søgurnar, tað veri seg um foreldraleiklutin, barnagarðin, skúlan og stovnar. Tá vit skapa góðar søgur um hetta, tá er tað barninum at frama, tí stovnar og skúli eru til fyri barnið, og ikki umvent. Tá vit virka saman, so kann barnið fáa bestu fortreytir fyri at skapa sína egnu góðu søgu, sína egnu serstøku lívssøgu.

Í bommskálini liggja gummibommbamsurnar; tær hava ymiskan lit og stødd. Bamsurnar umboða tey amboð, sum øll eiga at hava atgongd til, fyri at kunna fáa lut í tí søta lívinum.

Øll skulu hava atgongd til skálina, men ikki øll skulu hava somu bamsur, tí vit eru jú øll so sera ymisk. Summi hava tørv á fleiri bamsum enn onnur, og summi hava tørv á øðrum bamsum enn hini; óansæð hetta, so eiga vit øll rættin til ein part av tí góða í lívinum, og øll eiga vit at virka fyri eini javnbjóðis atgongd til hetta.

Eg ynski tykkum ein góðan fakligan dag, har tit umframt okkurt søtt og gott til góman kanska eisini fáa vitan um tær bamsur, sum liggja í skálini, og har tit fáa umrøtt, hvussu tit hvør sær kunnu virka fyri javnbjóðis atgongd til hesar.

Takk fyri.