Vestmanna, 17. mars 2023
Hátíðarhald ísv. at dagstovnaøkið í Vestmanna er tað fyrsta við ítróttaprofili
Góðan dagin øll somul og stóra takk fyri, at eg varð boðin við til hetta hátíðarhaldið í sambandi við, at dagstovnaøkið her í Vestmanna er vorðið tað fyrsta dagstovnaøkið í Føroyum, sum hevur fingið váttanarskrivað ein góðkendan ítróttaprofil. Í dag er ein hátíðardagur, har tit fáa prógv uppá, at tit nú eru staðfest sum eitt certificerað ítróttadagstovnaøkið.
Tá eg fekk hesa innbjóðing um at koma her til Vestmanna at siga nøkur orð til hesa hátíðarløtu, so var eg als ikki í iva, hesa løtu vildi eg sera fegin verða við til, tí hetta er eitt átak, sum eg eri sannførdur um kemur at hava sera jalig árin á børnini í Vestmanna.
Sum eg havi skilt hava tit á dagstovnaøkinum her í Vestmanna tað síðsta hálvt annað árið havt eina sera áhugaverda tilgongd, har tit hava ment tykkum frá at vera eitt sokallað vanligt dagstovnaøkið í Føroyum, til eitt dagstovnaøkið við einum heilt serligum profili við fokus á rørslu og ítrótt.
Eg eri sera fegin um, at tit á henda hátt leggja áherðslu á kropslig spøl, ítrótt og rørslugleði. Hetta er serliga viðkomandi í hesum tíðum, har tað av og á frættist, at børn í ov stóran mun uppliva, at foreldur teirra sita við snildtelefonum ella øðrum skíggjum, í staðin fyri eitt nú at spæla ella røra seg saman við sínum børnum. Harumframt at børn heilt niðri í vøggustovualdri kunnu sita ov nógv frammanfyri skíggja, har tey í staðin fáa høvi at røra seg og harvið mennast kropsliga.
Tit hava veruliga rós uppiborið fyri, at tit her í Vestmanna sum øki hava gingið undan sum tað fyrsta í landinum, og tað krevur bæði dirvi, hegni og áræði at bretta upp úr nýggjum og vísa á vegin fram fyri onnur øki í landinum.
Tað eru so avbera nógvir ágóðar okkara børn fáa við at røra seg. Fyrst og fremst menna tey seg kropsliga, og kroppurin hevur so sera gott av at vera aktivur. Somuleiðis er tað sera gagnligt fyri teirra sinn og sálarheilsu, tá tey saman við øðrum røra seg á alskyns hættir. Fólkaheilsuráðið hevur við síni ABC verkætlan fyri sálarligari heilsu víst á týdningin av at vera virkin saman og hugbundin, og tá børn stuttleika sær í ymsum rørsluspølum, tá eru tey sanniliga saman, hugbundin og virkin á gagnligan hátt.
Tað er sera umráðandi, at okkara børn so tíðliga sum møguligt fáa høvi at røra seg á alskyns hættir. Av náttúrunnar hond byrja vit longu sum pinkubørn at nýta okkara kropp, seinni læra vit at grulva og seinni at ganga og renna. Børn menna seg kropsliga við at nýta kroppin, og tað gera tey, tá tey røra seg. Við rørslu stimbrast teirra kropsligu sansir, og barnsins tilvitan um egnan kropp økist.
Mangan nýtist tað ikki hjá okkum vaksnu AT STIMBRA børn til at røra seg, tí tað gera tey aloftast av sær sjálvum, uttan at vit nýtast at gera nakað. Børnini kunnu t.d. síggja ein bólt, eina reiggju, ein rutsjibana, eitt danditræ o.s.fr. uttan at vit noyðast at siga við tey: ‘Far nú og sparka bóltin góði’, ella ‘far nú og klatra góða’, tí hetta gera tey ofta av sínum eintingum.
Sum vaksin, sum foreldur, sum bygd og sum land mugu vit gera umstøðurnar og karmarnar so góðar og eggjandi sum yvirhøvur møguligt til tess at geva børnunum møguleikar at røra seg. Í Tórshavnar kommunu har eg sjálvur eri búsitandi, er eitt gott dømi um hetta “Grasagarður”, ið er eitt stórt alment spælipláss til børn við alskyns avbjóðingum bæði til smærri og størri børn.
Í Vestmanna hava tit tykkara spæliøki, og eg ímyndi mær, at tykkara ítróttahøll møguliga er tykkara størsta ‘spælipláss’. Tað er ikki komið av ongum, at Vestmanna sum bygd er kend sum ein hondbóltsbygd, har tit hava fostrað sera nógvar hondbóltsúrmælingar. Nógvir evnaríkir hondbóltsleikarar úr Vestmanna hava gjøgnum árini bergtikið nógvar føroyingar og skapt frøði millum mangar hondbóltsfjepparar í Vestmanna. Tó er hondbóltsspælið eins og flest onnur spøl fyrst og fremst stuttligt, og vit mugu altíð verða varug við, at tað ikki bert snýr seg um at vinna, og sum samfelag eiga vit innan ítrótt at satsa uppá breiddina, har flest møgulig børn og ung skulu hava møguleika at gerast partur av sosiala felagsskapinum. Tað týdningarmesta er, at børnini trívast og mennast, soleiðis at tey støðast og ikki ov tíðliga fella frá. Vit vita jú bæði frá altjóða gransking og frá okkara egna Fólkaheilsuráðið, hvussu sunt og heilsugott tað er at verða partur av einum sunnum felagsskapi.
Sera stórur partur av smáu børnunum í Føroyum ganga á dagstovni, og tað er sera týdningarmikið, at okkara dagstovnar hava umstøður bæði úti og inni til børn at røra seg í. Innandura eiga børnini at hava atgongd til hóskandi stór og rúmlig høli, ið eru innbjóðandi og dragandi í mun til aktivt at røra seg, og allarbest at tey hava atgongd til eitt nú fimleikahøll ella ítróttahøll. Somuleiðis at tey uttandura hava góðar hentleikar og eitt nú spælipláss og vallir har tey kunnu røra seg.
Í hvussu so er, er tað av alstórum týdningi, at vit so TÍÐLIGA sum møguligt gera okkara ýtasta til tess at stimbra teirra hug og áhuga til at røra seg. Í mínum hugaheimi eigur tað at verða stuttligt og hugaligt bæði at spæla, røra seg og gera ítrótt. Í dagstovnum kunnu starvsfólkini námsfrøðiliga virka fyri, at rørsluspølini og ítróttavirksemi er fjølbroytt, áhugavert og væl skipað. Tað tykist mær sum um, at tit hava eitt vælvirkandi dagstovnaøki her í Vestmanna við dygdargóðum dagstovnum og starvsfólkum, tí her eru tit námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru um børnini, virkin og aktiv í mun til at fyriskipa og samskipa rørsluspøl og rørsluvirksemi.
Tað er frálíkt við námsfrøðiligum starvsfólkum á okkara dagstovnum, sum duga at skyna á, nær tað er best at lata børnini spæla sjálvi í fríum rørsluspølum, har børnini sjálvi fyriskipa, finna uppá og tillaga reglar o.s.fr. Samstundis sum tað aðrar ferðir eru starvsfólkini, sum fyrireika, fyriskipa og eftirmeta rørsluspølini og ítróttavirksemi. Sjálvur haldi eg tað verða sera umráðandi, at børn fáa góðar upplivingar við rørsluligum virksemi, soleiðis at tey frameftir varðveita hugin til at luttaka í rørsluligum leikum. Við aktivt at fyriskipa og stýra aktivitetunum kunnu starvsfólkini tryggja, at øll børnini fáa eina góða uppliving, og at einki barn kemur at kenna seg uttanfyri, og harvið gerst uppgevandi og mótleys.
Í samgonguskjalinum stendur m.a., at samgongan vil menna dagstovnaøkið, og at meira tíð skal vera til námsfrøðiligt virksemi og trivnaðarskapan. Rørsluliga og kropsliga menningin hjá børnunum eigur at verða stimbrað so tíðliga sum møguligt í okkara dagstovnum, har tey vaksnu starvsfólkini skulu hava meira tíð saman við hvørjum einstøkum barni, og hetta vil hava gagnliga ávirkan á barnsins relatión til sín sjálvan, til hini børnini og til tey vaksnu. Barnið vil hervið fáa styrkt bæði sína krops- og sjálvsfatan.
Tað er umráðandi, at vit bæði sum foreldur og stovnar tíðliga stimbra okkara børn til dagliga rørslu, og her meini eg rørslu í breiðastu merking bæði við at ganga, súkkla, renna, dansa, svimja, íðka ítrótt o.s.fr. Við hóskandi rørslu fær barnið betri bindindi til at hugsavna seg og fordjúpa seg, og tað verður betri friður og ró í barnagarðsstovuni, tá tey skulu skulu lurta eftir felagsboðum, lurta eftir søgum ella arbeiða stillisliga við kreativum virksemi. Við áhaldandi at varðveita áhugan og hugin til rørslu, kann tað hjá barninum seinni í skúlatíðini verða við til at fyribyrgja skúlamøði og í staðin fremja skúlagleði, og sum vaksin verður tað minni yvirvekt, strongd og lívsstílssjúkur og í staðin lívsgleði...
Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum hjartaliga til lukku við hesum heiðri, og eg vil ynskja tykkum øllum ein avbera góðan dag!:-) Takk fyri!