Tað er Løgtingið, sum skipar fyri hesum evnisdegi, og tað er eisini í Løgtinginum, vit samtykkja lógir og reglur, sum skulu vera við til at broyta nøkur ting, og aftanfyri hvørja samtykt av nýggjum lógum og reglum, liggur eitt ynski um at broyta nakað; eitt ynski um at flyta nakað longur fram á leið.
Heilt yvirskipað kunnu vit tó seta okkum henda spurning: Ynskja vit at broyta nakað hvat børnum viðvíkur, ella er alt gott, sum tað er?
Hugsi tey flestu av okkum er samd um, at svarið til henda spurning er eitt rungandi ja, vit ynskja at broyta nakað.
Vit eru óivað øll samd um, at tað framvegis kunnu og mugu gerast ábøtur, hvat fortreytum hjá børnum viðvíkur, hóast vit ásanna, at nógvar ábøtur longu eru framdar.
Tá vit hyggja upp gjøgnum søguna, tá síggja vit, hvussu børn í byrjanini av 20. øld vóru sædd sum ein ogn ella” lítil- vaksin” , og sum longu frá barnsbeini fingu stóra og tunga ábyrgd og skyldu til at geva íkast til familju og samfelag. Tá varð ikki nógv tosað um barnarødd ella rættindi hjá børnum.
Prátið um barnasýn og menning íkom í 1950-1970’unum, har ávísir sálarfrøðingar, sum t.d. Erik Erikson, fóru undir at lýsa menningina hjá børnum og teirra tørv fyri kærleika og nærveru, og varð tað eisini í hesum tíðarskeiðinum, at man spakuliga byrjaði at tosa um rættindi hjá børnum.
Í 1980’unum varð tað stóra stigið tikið, har barnarættindasáttmálin varð samtyktur í 1989, og sum Føroyar skrivaðu undir í 1992. Ein sáttmáli, sum veruliga setur sjóneykuna á rættindini hjá børnunum, eitt nú teirra rættindi til at verða hoyrd, og fyri fyrstu ferð í søguni, vóru rættindini hjá børnum viðurkend sum grundleggjandi mannarættindi.
Men tíbetur steðgaði tað ikki her.
Vit hava sæð, hvussu børnini upp gjøgnum 90’ini og 00’ini alsamt gjørdust meir og meir sjónlig í samfelagnum, og er hetta bara voksið alsamt meir tey seinasta tvey áratíggjuni gjøgnum talgildan og alheimsgerð.
Talgildir pallar geva børnunum í dag høvi til at siga sína meining um ymisk viðurskiftir, og vit síggja eisini, hvussu børn hava ávirkað eitt nú umhvørvispolitikkin o.a. Tey hava rópt og rópa framvegis varskó, og vit eldru, og ikki minst vit, sum eru sett til at stýra og ráða, mugu og skulu leggja oyra til, tá børnini og tey ungu hava okkurt upp á hjarta.
Tað hevur verið sagt soleiðis : “ Formålet med livet, er et liv med formål”.
Nógv børn í dag hava ymiskt at stríðast við og stríðast til tíðir við at síggja endamálið við tí, sum fer fram, tað veri seg í skúlanum, í heiminum ella í samfelagnum sum heild.
Fortreytin fyri, at menniskju og harvið børn og ung skulu kunna skilja, er, at tey verða tikin við upp á ráð.
Hetta er nakað, vit sum tjóð hava átikið okkum at gera, tá vit hava tikið undir við barnarættindasáttmálanum, sum m.a. sigur, at børn hava rætt til at hava sína meining, og hana skulu vit vaksnu virða.
Fortreytin fyri at lyfta hesa skyldu, sum okkum her er áløgd, er at hoyra, hvat tað er, børnini siga. Við at hoyra tey, kunnu vit hjálpa teimum at skilja betur tað, sum fer fram.
Sum landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum meti eg tað hava stóran týdning, at hetta er nakað, sum vit veruliga gera í verki, og ikki við orðum og lyftum aleina.
Vit mugu hoyra børnini og tey ungu, og vit skulu lurta og virða teirra meining, og er hetta eisini nakað, sum vit ítøkiliga hava gjørt í ráðnum, tá vit hava viðgjørt viðurskiftir, sum viðvíkja børnum og ungum.
Sum dømi kann eg nevna, at tá vetrarferian skuldi ásetast, og áðrenn kunngerðin um skildhaldsreglar um fartelefonir varð broytt, tryggjaðu vit okkum, at næmingaráðini vóru hoyrd.
Í løtuni er kunngerð um næmingaráð til hoyringar, og eisini her velja vit at hoyra børnini og tey ungu, og tá vit í næstum fara at víðka um hesa kunngerð við einum landsdekkandi næmingaráði, fara vit sjálvandi aftur at hoyra tey, áðrenn avgerð verður tikin.
Umframt hetta, so er ætlanin eisini at fara undir at smíða eina barnalóg. Áðrenn fyrsta ítøkiliga stigið til sjálvt lógararbeiðið fer í gongd, hava vit longu tryggjað okkum, at børnini eru tikin við. Hetta gjørdu vit m.a. á tí stóru barnaráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum í januar, har 99% av øllum børnum og ungum í fólkaskúlanum og uml. 90% av næmingum á miðnámi vóru umboðað. Henda ráðstevna gav okkum eina góða mynd av, hvat børnini halda vera umráðandi at taka við og hava í huga, tá farið verður undir at gera eina barnalóg.
Umráðandi er tó, at ØLL børn og ung verða tikin við; eisini tey, sum kanska ikki hava orku ella evni til at siga sína hugsan í einari stórari fjøld, sum t.d. undir eini ráðstevnu, umframt tey, sum kanska eru undir serligum umstøðum í heiminum, og har tey føla, at avgerðir verða tiknar, uttan at tey vóru tikin við upp á ráð. Avgerðir, sum kunnu hava stór inntriv í teirra gerandisdag og framtíð.
Vit ynskja at gera tað, sum Sokrates segði; vit ynskja at broyta heimin til eitt enn betur stað, og vit ynskja at flyta heimin longur fram á kós.
Fyri at hetta skal eydnast okkum, so mugu vit støðugt broyta okkum sjálvi, tí mátin, man hoyrdi eitt barn upp á í 70’unum, er ikki tann sami sum í dag, og heldur ikki eru tey evni, tú skalt hoyra barnið um í dag, tey somu, sum tey vóru fyri 50 árum síðani. Sjálvur haldi eg eisini, at vit skulu tora at taka prátið um, í hvønn mun vit umframt at hoyra barnið, áttu at givið teimum eitt barnatalsfólk, sum av sínum eintingum kann fara inn og viðmerkja mál, sum viðvíkja viðurskifti hjá børnum.
Til seinast: Latið okkum minnast til, at røddin hjá børnum og ungum í dag gevur afturljóð hjá komandi ættarliði, og barnið, sum verður hoyrt í dag, verður tann vaksni um nøkur ár, sum tá hevur lært týdningin av, hvat eitt gott barnasýni er. Takk fyri.