Góðu tit.....
Eg elski at hava rætt ! Onkuntíð tá eg og vinmenninir tosa um fótbólt, so veit eg eisini, at eg havi rætt, tá eg sigi, at NSÍ er best; soleiðis er tað bara .... ella eg haldi í hvørt fall, at eg havi rætt.
At hava rætt og at hava rættindi er ikki tað sama, men tað hongur allíkavæl saman.
Vit liva í einum friðarligum landi, har vit øll hava rætt til at siga okkara meining, tað veri seg um NSÍ ella HB, ella um ræstur fiskur smakkar væl ella ikki, uttan at nakar av okkum hevur meira rætt enn hin.
Okkum nýtist ikki altíð at hava rætt, men vit hava altíð rættindi til at siga, hvat vit halda.
Í februar í 2025 fara tit sum teir fyrstu næmingarnir í Føroyum at hava vetrarferiu. Áðrenn avgerð varð tikin um hetta, sluppu tit í næmingaráðunum at siga tykkara hugsan um hetta evni. Hetta var eitt ítøkiligt tekin uppá, hvussu tit kundu brúka tykkara rættindi til at siga tykkara hugsan um nakað, sum viðvíkur tykkum.
Í næstum fara vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum undir at smíða eina barnalóg, sum skal vísa á tey rættindi, sum øll børn í Føroyum hava. Eisini her er ætlanin at taka tykkum við og hoyra tykkara hugsan um, hvat skal við í hesa lóg, og eg gleði meg til at hoyra tykkara meining um hetta.
Ein ung genta hevur sagt tað soleiðis á enskum: Let us make our voices heard, and let us use this voice to bring about positive change in our society.
Stutt umsett til føroyskt kundi man sagt tað nakað soleiðis: lat okkum brúka okkara rødd til at skapa eitt betur samfelag.
Gentan, sum segði hetta, var Malala, sum nógv tykkara óivað hava lisið um, og sum heilt frá barnsbeini við sínari rødd hevur strítt fyri einum betri samfelagi í heimlandi sínum, Pakistan.
Sjálvt um vit í Føroyum hava tað so gott á nógvar mátar, so skulu vit øll gera okkara til, at vit fáa tað enn betur; vit øll hava rættin at siga okkara hugsan, og vit kunnu øll vera við til at skapa ein enn betur gerandisdag fyri øll, sum búgva her í Føroyum.
Tí skal mín áheitan til tykkara vera henda: verið ikki bangin at siga tykkara meining, men minnist samstundis til altíð at virða hugsanina hjá øðrum.
Og til seinast: brúka tína rødd og tíni rættindi til at siga tína hugsan, til at gera Føroyar til eitt enn betur stað at búgva í.
Eg ynski tykkum øllum ein góðan barnarættindadag.