Røður hjá landsstýrismanninum


Altjóða sálarheilsudagur – Smæran 10. oktober 2024

Røða hjá landsstýrismanninum

 

«Lat okkum taka eitt prát um tað»; soleiðis siga vit mangan, tá okkurt er áfatt. 

Samtalan, har vit lurta eftir hvørjum øðrum og brúka tíð og orð upp á at nærkast og hjálpa hvørjum øðrum, er umráðandi í øllum lívsins viðurskiftum.

Vit eiga og mugu kunna tosa um alt; eisini um tað, sum nívir, og sum kann vera við til at gera lívið svárt. 

Eg eri av tí sannføring, at lekingin byrjar spakuliga, ta løtu vit byrja at seta orð á tað, sum bagir.

Herfyri sóu vit eina so framúr góða sending í Sjónvarpinum, sum kallaðist « Bass Elvis og Jesus á Mallorka»; sjálvur helt eg, at heitið á hesari sending var for gott til at man ikki hugdi eftir sendingini, tí yvirskriftin var serlig og lokkandi.

Sendingin var upp á allar mátar góð, og vísti, hvussu Jóannes Joensen, sum framførdi her fyri løtu síðani, opið segði frá teimum avbjóðingum, sum lívið hevði, og hvussu hann, hóast eina sálarliga sjúku, megnaði at skapa lív og tónleik, og ikki minst gleði umkring seg.

Við at seta orð á, eru vit við til at bróta niður stigma, og tað er umráðandi. Einki menniskja er bara ein sjúka ella ein diagnosa. Nei eitt hvørt menniskja er fyrst og fremst hetta: eitt menniskja. 

Tað, sum er í ryggsekkinum, er ymiskt, men tann, ið ber ryggsekkin er eitt menniskja eins og eg og tú.

Lat okkum tí framvegis tora at taka eitt prát um tað, og í felag vera við til at bróta niður stigma enn meira.

Sálarheilsuvirðislønin í ár fer til 2 persónar, sum í hvør sínum lagi virka sum gerandishetjur í sínum dagliga yrki á Psykiatriska deplinum.

Talan er her um 2 persónar, sum í ávikavist 24 og 14 ár hava starvast sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og fysioterapeutur í deplinum, og hava tær í hvør sínum lagi, verið við til at stríðast fyri at gera ein mun í lívinum hjá teimum, sum stríðast sálarliga.

Virðislønin í dag verður givin Lív Egholm, sum tey seinastu 14 árini í sínum starvi sum fysioterapeutur á Psykiatriska deplinum, ikki bara er nærverandi, men sum umframt at virka sum ein fysioterapeutur megnar at lurta, vísa samkenslu og bara vera har, tá brúk er fyri tí. 

Virðilønin verður eisini givin Óluvu Poulsen, sum eftir 24 árum sum sjúrkarøktarfrøðingur framvegis megnar at vera nærløgd og umfevnandi, og ikki minst sum við sínum positiva og vinarliga sinnalagi, á ein heilt serligan hátt dugir at fáa tað besta burturúr sínum medmenniskjum.

Hjartaliga til lukku tit báðar, Lív og Óluva, og hjartans tøkk fyri tykkara stóra og virðismikla arbeiði, sum tit í tí dagliga standa í og fullføra so væl.