Røður hjá landsstýrismanninum


Góðu orðblindalærarar og tit í orðblindalærarafelagnum!

Takk fyri innbjóðingina og høvi at siga nøkur orð um ætlanir og hugsjónir mínar innan orðblindaøkið.

Fyrst fari eg at takka tykkum almikið fyri, at tit javnt og samt gera vart við økið. Eisini fari eg at takka fyri tykkara eldhuga og stóra lut at veita lesi- og skriviveikum og orðblindum munagóða tænastu og hjálp.

Lesing er lykil til vitan og atgongd til skrivaða orðið, sum er grundarsteinur í fólkaræðinum og okkara virkna luti sum borgarar.

Samfelagsmenningin setir alsamt størri krøv til útbúgving og fakligan førleika, tí lærdómur, har serliga lesing og skriving eru lykilin ella amboðið, sum er grundarlagið hjá tí einstaka fyri virkin at kunna taka lut í arbeiðslívi og verða partur av samfelagsmenningini. Hetta er galdandi fyri bæði ung sum eldri, tí arbeiðsuppgávurnar broytast, og eftir- og endurútbúgving er í mongum førum ein fortreyt fyri at menna okkara førleikar í arbeiðslívinum og at luttaka í samfelagslívinum sum heild.

Tí er tað so umráðandi, at børn, ið eru orðblind og lesitarnað sum heild fáa holla fakliga og námsfrøðiliga hjálp so tíðliga sum til ber. Fólkaskúlin hevur her ein stóran leiklut og ábyrgd av at tryggja, at orðblindir næmingar fáa serligar venjingar og amboð at menna sín lesiførleika. Hetta er samstundis fortreyt fyri, at orðblindir næmingar kunna luttaka í framhaldandi skúlagongd í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum og seinni í hægri lestri og eisini fortreyt í allarflestu vinnugreinum.

Og ikki minst kann tað ávirka sjálvsvirðið hjá tí einstaka, bæði børnum og vaksnum, ikki at hava nøktandi lesi- og skriviførleika. Lesitarn m.a. orðblindni ávirka møguleikar og frælsið hjá tí einstaka at velja bæði útbúgving og arbeiði.

Fyri bara nøkrum áratíggjum síðani fekk ein lesi- og skriviveikur ella orðblindur lítla og onga hjálp, um ikki onkur einstakur lærari, sum visti nakað um fyribrigdið, var í nánd. Tey allarflestu av hesum børnum og ungum fingu als ongan hjálp, og hetta kom at ávirka teirra virkisføri alt lívið. Tíbetur er nógv hent á økinum, og vit hoyra um fleiri og fleiri sólskinssøgur, har børn og ung hava fingið skikkaða hjálp. Og tað er ikki minst tykkum, sum sita her í dag, at takka fyri.

Allarmest fegnist eg um ta hugburðsbroyting, sum er farin fram tey seinastu nógvu árini innan orðblindni.

Málið, vit hava sett okkum, er, at orðblindir næmingar fáa javnbjóðis skúlagongd og útbúgving sum aðrir næmingar, men spurningurin er, hvussu langt er rokkið. Hetta setur krøv til, at fyriskipanir eru í øllum skúlaverkinum bæði í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlum og eisini innan hægri lestur, og at samstarv er um skiftið frá einari skúlaskipan til aðra.

Samskiftisøkið við tøkniligu menningini er broytt við rúkandi ferð seinastu árini. Hetta ger, at orðblind við hjálp av tøknini, saktans kunnu vera sjálvhjálpin og liva og vera virkin á jøvnum føti við onnur. Millum heilt stóru framstigini er teldutalan og “ræddarkennarin”, Ravnur.

Ravnur hevur ein týðandi leiklut í at menna føroyska talu til tekst. Man kann siga, at nú er “forarbeiðið” gjørt. Vit kunnu siga, at grundstykkið er planerað og stoypt, nú manglar so at fara ígongd við 2. byggistig at gera tilfarið til brúkbart amboð. Sum tit allarhelst vita, so hevur Nám yvirtikið ábyrgdina av IntoWords í januar 2023 og hava tey saman við Vitec ment skipanina, so hon kann virka á fleiri pallum.

Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men ein samskipan er neyðug so skjótt sum til ber fyri at fáa tann tøkniliga partin at virka og samvirka. Tøkniligu amboðini eru so umráðandi hjá tí orðblinda. Vitanin og tøknin broytast alla tíðina, nýggj gransking og nýggj amboð verða løgd fram, og tað er trupult hjá tí einstaka læraranum at fylgja við, tí er tørvur á serkønum innan øki, sum hava orðblindni sum eitt av sínum høvuðsarbeiðsøkjum.

Vit eru í holt við at prenta DVO´ina, sum verður tøk hjá tykkum at nýta í prentaðari útgávu. Harumframt hava vit sett sjøtil á arbeiðið at gera eina orðblindatest til vaksin, sum eisini er ætlað at nýta í hádeild.

Seinasta tilfarið, sum er givið út og er tøkt hjá skúlunum, er orðblindatest, mál og minnisroyndir til miðdeild 5.-6. fl., sum vónandi er ein hjálp í arbeiði tykkara.

Førleikastovur vóru frá skúlaársbyrjan í 2012 skipaðar í øllum skúlum, sum hava 50 næmingar og fleiri. Smærru skúlarnir eru eftir serligari skipan knýttir at einum størri skúla. Starvsøkini og arbeiðstíðin í førleikastovuni eru ikki broytt munandi hesa tíðina, ið førleikastovurnar hava virkað. Vit hava tikið málið til viðgerðar í ráðnum og vilja virka fyri, at ábøtur verða gjørdar, men eg kann tíverri ikki í løtuni játta, at tímatalið til orðblindaøkið verður hækkað til komandi skúlaár.

Hóast stór tøk eru tikin á lesiøkinum, og nógvir lærarar hava tikið serútbúgvingar og nú manna sterkar førleikastovur, er eingin ivi um, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið eisini í framtíðini alsamt má skipa fyri eftirútbúgvingum á hesum økinum. Eg havi tikið stig til at greina eftirútbúgvingarøkið, og seta eina arbeiðsbólk at lýsa tørvin og gera raðfestingar innan økið, og har er orðblindalæraraútbúgvingin tikin við.

Uppgáva tykkara er stór. Tit eru drívmegin, fakligi ráðgevin og kveikjarin innan orðblindni á staðnum. Eg ásanni, at tað er eitt ógvuliga umráðandi øki, ið tit arbeiða við, og eg skilji væl, um tit halda, at tað bæði eru ov fáar hendur og ov lítil tíð til økið.

Samanumtikið kann eg siga, at eg veit, at vit hava eitt sera gott grundstøði at arbeiða víðari útfrá. Vit hava fakligan áhuga, vit hava vitan, tilfar og tøkni.

Latið okkum halda áfram at arbeiða fyri, at allir okkara borgarar fáa líka góða atgongd til tað ríkidømi, sum liggur í skrivaða orðinum og útbúgving. Og latið okkum halda fram at menna møguleikar, so øll fáa somu atgongd til samskifti, sum í síðsta enda er tað, sum bindur okkum saman og mennir okkum sum menniskju og samfelag!

Takk fyri.