Góðu lærarar, skúlaleiðarar og nevnd Føroya Lærarafelags. Takk fyri innbjóðingina, og at eg fái høvi til at bera tykkum eina heilsan á aðalfundi tykkara.
Síðsta ár kundu tit hátíðarhalda 125 ára stovningardag felagsins, ja ímyndið tykkum, hvussu nógv samfelagið og skúlin eru broytt síðan Ólavsøkudag í 1898, ja tað var sanniliga heilt afturi í 19 øld! Skúlin og lærarayrkið eru sjálvsagt nógv broytt øll hesu árini, og bara hesi síðstu 25 árini er skúlin nógv broyttur. Tað hevur stóran týdning, at fólkaskúlin er í støðugari menning eisini við atliti at broytingunum í samfelagnum, men hinvegin má fólkaskúlin eisini standa sterkur og ikki verða ov lættur at syfta í eyst og vest uttan mál og mið!
Fólkaskúlin hevur verið og er grundsúlan undir okkara samfelagsmenning, hesi 9 árini skulu vit øll somul ígjøgnum, og hetta er eitt sera tíðandi tíðarskeið í lívi okkara. Í aldrinum 7-17 ár kunnu børn verða sera sárbar og sera ávirkilig, men samstundis kunnu tey verða ómetaliga forvitin og íðin eftir at læra og skilja alt møguligt um náttúruna, um mál, mentan og samfelag, ja um lívið sum heild. Tað liggur á tykkum lærarum og skúlaleiðarum ein stór uppgáva við ómetaliga stórum virði, tí dag og dagliga eru tað júst tit, sum hava møguleika at stimbra, kveikja og halda lív í teirra eldhuga eftir at læra.
Í endamálsorðing fólkaskúlans stendur nevniliga, at, «Fólkaskúlalógin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum» Men fyri at náa á mál og liva upp til hesa frálíku endamálsorðing, so mugu vit hava so góðar umstøður í skúlanum, at vit røkka hvørjum einstakum næmingi og hava nokk av orku og tíð til allar næmingar.
Í hesum sambandi mugu vit hava í huga tær broytingar, sum eru farnar fram í samfelagnum og í skúlanum seinastu árini. Í dag hava vit í skúlanum ikki ein einfaldan veruleika, har ein einsamallur lærari uppi við pultin bara fóðrar stórar flokkar av næmingum við fakligari vitan. Í dagsins skúla er tað ikki nøktandi við einum privatpraktiserandi lærara, sum bert hugsar um fakliga at undirvísa sínum egnu næmingum í sínum egna flokki í sínum lærugreinum
Tá vit nú politiskt og fyrisitingarliga eru í gongd við at gera tillagingar í fólkaskúlanum, so taka vit støði í broyttu umstøðunum í skúlanum, har málið er at røkka hvørjum einstakum næmingi. Sum eitt fyrsta stig at røkka hesum máli, hava vit lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um næmingatal í hvørjum flokki, har hvør einstakur skúli við flokkum á meiri enn 20 næmingar, fær heimild at býta flokkin í tvey, ella at seta inn við tvílæraraskipan.
Henda tillaging er góð og gagnlig fyri fólkaskúlan, men hetta er bert eitt fyrsta stig av mongum á leiðini at menna fólkaskúlan. Tíðin er farin frá privatpraktiserandi læraranum, sum einsamallur hevur staðið við allari ábyrgdini av stórum flokkum av næmingum. Vit hava øll frætt um økjandi mistrivnað, um alskyns krøv til lærarar úr ymsum ættum, um ágang og ja eisini um harðskap. Tann einstaki lærarin skal ikki standa einsamallur við øllum hesum. Fyri at økja um trygdina, trivnaðin og læruúrtøkuna hjá næmingunum krevst samstarv og aftur samstarv.
Mítt næsta stig á leiðini móti yvirskipaða endamálinum um at menna fólkaskúlan er at menna tvílæraraskipanina. Her havi eg greiðar ætlanir um bæði at víðka um og at bøta um góðskuna í tvílæraraskipanini. Eg ynski í minsta lagi at víðka tvílæraraskipanina upp til 6. flokk, har tvílæraraskipanin verður galdandi í flokkum við fleiri enn 12 næmingum.
Harumframt vil eg styrkja um dygdina av tvílæraraskipanini við at menna samlæring / co-teaching. Í hesum sambandi ætli eg innan skipanina við royndar- og menningarvirksemi komandi skúlaár at stuðla eini verkætlan innan samlæring/co-teaching í fólkaskúlanum, har ávísur skúli verður royndarskúli. Her snýr tað seg um at menna lærarasamstarvið og økja um dygdina av samstarvinum, har lærarar í felag samstarva um m.a. at tilrættisleggja, útinna og eftirmeta undirvísingina.
Her er also IKKI talan um ein lærara, sum undirvísir sínum næmingum, í sínum flokki, í síni lærugrein í sínum undirvísingartíma! Tvørturímóti er her talan um ein grundleggjandi hugburð, sum er grundaður á felagsskap og samstarv, og við samlæring er endamálið við inklusjón at skapa trivnað, menning og læring fyri allar næmingarnar í skúlanum.
Tit lærarar, leiðsla og skúli eru Í FELAG SAMAN um eina uppgávu, sum er trivnaður og lærdómur hjá øllum næmingum okkara. Á sama hátt er og skal samlæring og tvílæraraskipanin byggja á samstarv og aftur samstarv. Tað er allarhelst ein orsøk til, at fólk hava lagt til merkis, at bókstavarnir í enska orðinum TEAM kunnu fortelja okkum, at saman í felagsskapi og samstarvi megna vit øll meira: Team «Together Everybody Achieves More.
Flokslæraraarbeiðið er seinastu árini bara blivið meir og meir umfatandi, við fleiri ymiskum uppgávum og stórari ábyrgd. Flokslærarin hevur eina sera týðandi uppgávu í skúlanum, bæði við atliti at trivnaðararbeiðinum í flokkinum, lærarasamstarvi, foreldrasamstarvi og kunning til bæði leiðslu og foreldur. Eitt av mínum aðalmálum er at styrkja um flokslæraran, og hetta skal millum annað gerast við hægri játtan til flokslæraraarbeiðið. Játtanin til flokslæraran er longu økt nakað í míni tíð sum landsstýrismaður, við einum tíma afturat til hvønn næming bæði í 1. flokki og 2. flokki. Ætlanin er at styrkja flokslæraran við enn fleiri tímum, soleiðis at flokslærarin fær nøktandi tíð saman við flokstoyminum at leggja arbeiðið til rættis.
Í 2023 fekk eg sum kunnugt handað álit við tilmælum um broytingar í fólkaskúlalógini, og í hesum áliti eru nøkur frálík tilmæli um, hvussu vit kunnu styrkja fólkaskúlan. Umframt at hava lagt lógaruppskot fram um lægri næmingatal í hvørjum flokki, so havi eg eisini sett ein verkætlanarbólk við umboðum úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Undirvísingarstýrinum og Námi at arbeiða víðari við, hvussu vit ítøkiliga kunnu seta í verk nøkur av tilmælunum, sum hava mína hægstu raðfesting.
Miðað verður ímóti at seta hesar broytingar í verk skúlaárið 2026-2027, og her verður talan um eitt endurskoðað undirvísingartímatal við styttri skúladegi, við nýggjum endurskoðaðum tíma- og lærugreinabýti, umframt áðurnevndu raðfesting av tvílæraraskipanini og flokslæraraskipanini.
Eftirútbúgving skal ikki verða slept upp á fjall.
Eftirútbúgving skal ikki verða eftirbátur og sigla sín egna sjógv fleiri bátslongdir eftir...
Eftirútbúgving skal hinvegin hava hægstu raðfesting, og tí hava vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum saman við Undirvísingarstýrinum, Námi og Námsvísindadeildini tikið stig til arbeiðið at skipa ein nýggjan eftirútbúgvingarleist, sum fatar um allar eftir- og víðariútbúgvingar, ið hava við lærarayrkið at gera.
Nýggja skipanin skal føra við sær, at eftirútbúgvingar og skeiðstilboð verða meira miðvís, beinrakin og samsvarandi tørvinum. Í hesum arbeiði skal eftirútbúgvingartørvurin hjá lærarum og leiðslum í skúlanum lýsast, fokusøki fyri skeið og eftirútbúgvingar skulu ásetast og gerast skal langtíðarætlan fyri skeið og eftirútbúgvingar, herímillum eisini kostnaðarmeting og fígging. Harumframt skal gerast ætlan fyri ráðlegging, fremjing og eftirmeting av skeiðum og eftirútbúgvingum.
Í eini tíð, har samfelagsbroytingar tykjast henda við alsamt økjandi ferð, er tað sera umráðandi, at lærarar støðugt hava møguleika at eftirútbúgva og førleikamenna seg. Hvussu halda tit ein nýútbúgvin lærari í 2024 fer at klára seg í starvinum í 2050, meir enn 25 ár aftaná, uttan nakra eftirútbúgving og førleikamenning??
Serliga innan tøkni og tøknilig amboð fara tað í nærmastu framtíð at henda stórar broytingar bæði innan útbúgving, gransking og arbeiðslív. Viðurkendi professarin og útnevndi vísmaðurin í talgilding í Danmark, Jan Damsgaard, vísti í framløgu síni í Føroyum herfyri á, at vitlíkið er og fer at verða enn meira kollveltandi og slóðbrótandi enn internetið! Og hvussu nógv hevur internetið ikki ávirkað okkara samfelag, arbeiðslív og skúla?! Tøknin er komin fyri at vera, og ein av okkara komandi avbjóðingum, sum vit verða noydd at fyrihalda okkum til er, hvussu vit á mest skynsaman hátt læra okkara næmingar at gagnnýta hesi talgildu amboð og hesa tøkni við skili.
Her mugu vit øll bæði myndugleikar, lærarar og skúlaleiðslur ikki verða bangin og venda blinda eyga til, heldur ikki mugu vit ov bláoygd lata okkum stýra av talgilda heiminum ella hi-tech gigantum. Hinvegin skulu vit finna gylta millumvegin, har tøknin sum amboð verður brúkt í skúlanum, tá tað gevur meining og á ein meiningsfullan hátt, sum í síðsta enda er til gagns menningina hjá næminginum.
Vit mugu ongantíð gloyma, at vitlíkið ikki er veruligt menniskjaligt vit, sjálvt um tað líkist.
Í síni talgildisbúgving skal næmingurin við sínum menniskjaliga viti og skili mennast til at nýta sín sunna kritiska fornuft til at meta um nær, á hvønn hátt og við hvørjum endamáli tøknin kann gagna teirra menning og læring.
Talgild tól, forrit og amboð í skúlanum, sum órógva næmingin og forða honum at hugsavna seg, og sum harvið hava neiliga ávirkan á hansara læring, mugu sjálvsagt ikki verða til ampa fyri næmingin. Tvørturímóti kunnu heldur verða nýtt talgild tól, amboð og forrit, sum leggja upp til, at næmingurin er skapandi, virkin, forvitin og fær høvi at fordjúpa seg.
Tørvur er á at menna KT í støddfrøðiundirvísingini í føroyska fólkaskúlanum, og hetta var víst á í frágreiðingini frá seinastu PISA kanning. Í sambandi við royndar- og menningarvirksemi til komandi skúlaár fyrireika vit nú í samstarvi við Undirvísingarstýrið, Nám og Námsvísindadeildini eina meira umfatandi royndarverkætlan, har bæði førleikamenning, gransking, effektmáting og eftirmeting eru knýtt at. Her fer at verða løgd áherðsla á støddfrøðiligan modelleringsførleika, rokniark og dynamiska geometri.
Sum almennur fólkaskúli skulu vit megna í hóskandi vavi at tillaga okkum til umstøðurnar í nútíðini, samstundis sum vit eru klár at møta framtíðar avbjóðingar á jaligan og konstruktivan hátt. Her at enda hugsi eg um, hvussu nógv jalig menning er farin fram á fólkaskúlaøkinum seinastu 25 árini, fyri ikki at tala um seinastu 125 árini! (Eg haldi ikki, at eg her fari at avdúka mínar ætlanir fyri fólkaskúlan næstu 125 árini). Men mínar ætlanir og vónir næstu 5 árini eru, at vit við at stytta skúladagin, at endurskoða tíma- og lærugreinabýtið, at styrkja flokslæraran, tvílæraraskipanina, lærarasamstarvið og menning av útbúgving og eftirútbúgving av lærarum megna at lyfta fólkaskúlan fram á leið, samstundis sum vit fáa steðgað vaksandi talið av næmingum í serflokkum, eins og vit lofta avbjóðingini við at menna skipanina av undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.
Eg ynski tykkum øllum ein avberandi góðan aðalfund og blíðan byr í arbeiði tykkara við vón um eitt mennandi samstarv frameftir.
Takk fyri!