Uppskot til løgtingslóg um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál til hoyringar
Orsøkin til, at lógaruppskotið verður lagt fram, er, at tørvur er á at skipa ein fakligan, námsfrøðiligan og løgfrøðiligan karm fyri undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelagviðurskiftum fyri borgarum í Føroyum, sum hava annað mál enn føroyskt sum sítt fyrsta mál.
Umráðandi er, at hetta lógarverk tryggjar samstarv við kommunurnar, og at samstarvið byggir á tað samstarv, sum hevur verið millum partarnar innan karmarnar á lóg um frítíðarundirvísing. Ein lógarkarmur, sum er fleksibul og skjótt kann laga undirvísingartilboðini til tørvin hjá borgarum og til ta til eina og hvørja tíð galdandi námsætlan, eins og til tann staðbundna tørvin.
Hoyringarfreistin er 31. oktober 2023.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið skipar fyri kunnandi fundi um uppskotið miðskeiðis í hoyringartíðini, nærri kunning um hetta verður send út seinni.
Eru spurnignar, ber til at venda sær til Elsu Østergaard á tlf. 555004 ella Helenu Dam á Neystabø, tlf. 555022