Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (barnaverndarlógin) til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Frágreiðing

Lógaruppskotið er grundað á ymiskar trupulleikar, sum hava stungið seg upp ígjøgnum tíðina, og sum gera tað ynskiligt at broyta lógina. Eisini hava myndugleikar og stovnar innan barnaverndarøkið gjørt vart við ávís viðurskifti í lógini, sum antin mangla ella ikki virka eftir ætlan. Endamálið við uppskotinum er sum heild at tillaga lógina og gera rættingar, sum bøta um lógina.

Hesar broytingar verða gjørdar:

  1. Fakfólk í almennum størvum, og fakfólk, sum útinna virksemi vegna tað almenna innan barna- og ungdómsøkið, fáa møguleika at boða viðkomandi myndugleika í Danmark frá, um tey í sambandi við starv sítt fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at eitt barn, sum hevur bústað í Danmark, kann hava tørv á serligum stuðli ella hevur verið fyri ágangi, ella um eitt barn beint eftir føðing fer at fáa tørv á serligum stuðli vegna viðurskifti hjá foreldrunum. Talan er ikki um eina fráboðanarskyldu, men um ein møguleika at boða frá ávísum viðurskiftum um eitt barn til ein danskan myndugleika.
  2. Tað verður møguligt hjá barnaverndarnevndini at veita aðra hjálp til barnið og/ella familjuna so sum ráðgeving, viðgerð, praktiskan og námsfrøðiligan stuðul ella líknandi. Endamálið er, at geva barnaverndarnevndini breiðri rammur í mun til at málrætta hjálpina og stuðulin til barnið og/ella familjuna, og gera tað møguligt at seta í verk fyriskipanir, sum ikki eru tiknar hædd fyri í uppreksanini av fyriskipanum í § 15, stk. 1, nr. 1-11. Slík fyriskipan kann verða sett í verk um neyðugt, hóast foreldramyndugleikin ikki loyvir tí.

  3. Tað verður møguligt hjá barnaverndarnevndini at seta í verk fyriskipanir sambært § 15 fyri foreldramyndugleikan, ímeðan barnið er sett heiman. Endamálið er, at stuðulin skal viðvirka til at loysa teir trupulleikar, sum eru orsøk til umsorganaryvirtøkuna, og á henda hátt hjálpa foreldrunum í at hava umsorgan fyri barninum í sambandi við eina møguliga heimsetan ella í sambandi við samveru við barnið, ímeðan tað er sett heiman.

  4. Tað verður møguligt hjá barnaverndarnevndini at taka avgerð um viðurskifti hjá barninum ella tí unga, sum er neyðug í mun til endamálið við heimansetanini, og sum er til barnsins besta. Hetta er neyðugt fyri at tryggja menningina, trivnaðin og heilsuna hjá barninum, at barnaverndarnevndin hevur atgongd til at taka neyðugar avgerðir um ávís viðurskifti hjá barninum.

  5. § 42, stk. 2, nr. 5 verður strikað.

  6. Møguligt verður at flyta eitt barnaverdarmál frá einari barnaverndarnevnd til eina aðra barnaverndarnevnd at umsita í heilt serligum førum. Endamálið er, at hjálpa einum barni og familju í heilt serligum førum, harí málið og støðan tykist so fastløst og vónleys, eins og samskiftið og samstarvið ímillum foreldur og barnaverndartænastuna er serstakliga vánaligt og torført, soleiðis at bæði foreldur og málsviðgerar føla seg í einari sera fastlæstari støðu.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast til mariam@bumr.fo í seinasta lagi mikudagin 31. januar 2024.

Ummælisfreistin er farin
31.01.2024
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
11.01.2024
Tak niður
Uppskot Til Broytingarløgtingslóg