Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 64 frá 4. mai 2022 um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali til hoyringar
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 64 frá 4. mai 2022 um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á KambsdaliFrágreiðing
Við hesum verður uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 64 frá 4. mai 2022 um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali sent tykkum til almenna hoyring.
Endamálið við lógaruppskotinum er at hækka mestu upphæddina, sum landsstýrismaðurin verður heimilaður at nýta til triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali, við 23 mió. kr. úr 71 mió. kr. til 94 mió. kr.
Gjørt verður vart við, at uppskotið er ikki rættlisið .
Møguligar viðmerkingar skulu sendast Barna- og útbúgvingarmálaráðnum á bumr@bumr.fo í seinasta lagi mánadagin tann 6. februar 2023, kl. 12.00.
Ummælisfreistin er farin
06.02.2023Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
03.02.2023Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Verklagslóg Miðnám Á Kambsdali 030223