Uppskot til ll. um broyting í ll. um fólkaskúlan (Ásetingar um næmingatal í hvørjum flokki) til hoyringar
Talan er um uppskot um broyting av grein 20 í fólkaskúlalógini um næmingatal í hvørjum flokki.
Høvuðsendamálið við lógarbroytingini er, at lærarin fær meira tíð til hvønn einstakan næming, og at hvør einstakur næmingur fær betri læriumstøður. Tískil skal tað við hesi lógarbroyting verða møguligt hjá hvørjum einstøkum skúla at býta upp í tveir flokkar, um næmingatalið í flokkinum við skúlaársbyrjan er hægri enn 20. Í galdandi lóggávu stendur í § 20, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum. Hetta broytingaruppskot inniber eina nýskipan, har einstaki skúlin fær rætt til at avgera, um floksbýtið verður gjørt við næmingi nr. 21, ella um sett verður inn við øðrum fyriskipanum, herundir t.d. við tvílæraraskipan. Henda skipan verður galdandi frá skúlaárinum 2025/2026. Tá verður byrjað við 1. flokki, og skipanin verður síðan rullað út yvir 9 ár og soleiðis sett í gildi eftir nýggju árum við einum árligum kostnaði á umleið 4 mió. kr.
Freistin at svara og koma við viðmerkingum til hetta lógaruppskot er mánadagin 5. februar kl. 12:00.
Møgulig svar verða at senda umvegis teldupost: bumr@bumr.fo.