Uppskot til kunngerð um útbúgving til dekkara til hoyringar
Endamálið við ásetingunum í kunngerðini er at gera útbúgvingarreglur í útbúgving til dekkara. Talan er um at íverkseta tilmælið frá arbeiðsbólki, ið endurskoðaði verandi skipsatstøðingsútbúgving. Tilmælið var handað í august 2024. Skúli, vinna, manningarfeløg og myndugleikar á økinum vóru við í arbeiðinum.
Ein høvuðsniðurstøða í tilmælinum er, at stórur tørvur er á fulltiknum dekkarum til føroysk handilsskip, og í verandi løtu er torført at manna hesi størvini við føroyingum. Verandi skipsatstøðingsútbúgving er 1 ár, og verður tað hildið at vera ov langt. Tí er ætlanin at skipa útbúgvingina soleiðis, at útbúgvingarinnihaldið til dekkara verður savnað í einum parti fyri seg, soleiðis at til ber at útbúgva seg til dekkara eftir hálvum ári. Endamálið er at skapa ein skjótari og smidligari veg at gerast dekkari.
Skipsatstøðingsparturin verður síðani savnaður í einum skúlaskeiði fyri seg, ið kemur afturat hesum. Verandi útbúgving er staðsett í tveimum ymiskum útbúgvingarkunngerðum, men hildið verður, at tað er betri at gera nýggja kunngerð til hvørja útbúgving sær, av tí at talan er um nógvar smærri broytingar tilsamans.
Hoyringarfreistin er 25. oktober 2024, og verða møguligar viðmerkingar at senda Barna- og útbúgvingarmálaráðnum á bumr@bumr.fo