Uppskot til kunngerð um trygdarskeið fyri manning á skipum til hoyringar
Tørvur er á eini dagførdari kunngerð um trygdarskeið fyri manning umborð á skipum. Og eru tað serliga hesi viðurskifti í verandi kunngerðum, ið tørvur eru á at dagføra:
1. Krøv til undirvísingarførleika á trygdarskeiðnum
2. Luttakaragjald
3. Longdin á trygdarskeiðnum
Hesi viðurskifti eru í dag ásett í kunngerð nr. 73 frá 28. juni 2016 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum og kunngerð nr. 100 frá 12. oktober 2012 um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum. Mett verður, at tað er ruddiligari at hava ásetingar um hesi viðurskifti í eini og somu kunngerð. Umframt at mælt verður til, at kunngerðin verður um trygdarskeið fyri manning umborð á skipum sum heild og ikki bert fiskiskipum, sum verandi kunngerð hevur í heitinum.
Hoyringarfreistin er ásett at verða 6. juni 2024 . Møgulig hoyringarsvar verða at send Barna- og útbúgvingarmálaráðnum bumr@bumr.fo.