Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini til hoyringar
Broytingarnar snúgva seg um at gera reglur fyri fartelefonnýtslu í skúlatíðini, og at skúlarnir leggja dent á, at næmingar nýta eitt virðiligt samskifti.
Ein stórur partur av næmingunum hevur fartelefon við í skúla. Hetta er ein avbjóðing hjá skúlunum bæði í undirvísingini og í sosiala felagsskapinum millum næmingarnar. Tað er tí neyðugt, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum.
Somuleiðis hevur eitt virðiligt samskifti millum allar partar stóran týdning bæði fyri næmingar og lærarar, og kann hava týðandi ávirkan á strivnaðin í flokkinum.
Hoyringarfreistin er 16. mai 2024, og verða møguligar viðmerkingar at senda Barna- og útbúgvingarmálaráðnum á bumr@bumr.fo