Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul til hoyringar
Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðulFrágreiðing
Viðhefta uppskot til kunngerð verður sent út til hoyringar við hoyringarfreist 22. apríl 2025.
Endamálið við broytingini er at áseta skráseting sambært Landsfólkayvirlitinum sum treyt fyri hægra studningin á miðnámi til lesandi á miðnámsútbúgvingum, pørtum av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi, sum búgva til leigu, tó ikki fyri forsyrgjarar ella lesandi, ið búgva á næmingaheimi.
Viðmerkjast skal, at ætlaða broytingin ikki fevnir um lesandi á Fróðskaparsetrinum, Hægri Nám, styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar, Vinnuháskúlanum ella øðrum, tí hesi fáa hægra studningin, ið er óheftur av bústaði.
Møguligar viðmerkingar verða at senda bumr@bumr.fo .
Ummælisfreist
22.04.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
21.03.2025Tak niður

