22.08.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vitjan á Skúlanum á Trøðni

Vitjan á Skúlanum á Trøðni

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað Skúlan á Trøðni, har Jan Christiansen, skúlastjóri, tók ímóti og vísti runt. Skúlastjórin greiddi frá um søguna hjá skúlanum, sum byrjaði í 1962, tá ið fyrsti serskúlin í Føroyum var skipaður undir donskum almannamyndugleikum. Skúlabygningurin á Trøðni stóð liðugur í 1976, og her hevur skúlin húsast síðani.

Jan Christiansen greiddi frá, hvussu skúlagongdin er skipað, og hvussu lærarar og námsfrøðingar royna at møta næmingunum út frá førleikunum hjá tí einstaka. Næmingatalið í skúlanum er vaksið nakað tey seinnu árini, og hetta fegnast skúlastjórin um.

Skúlin á Trøðni

Skúli til børn við serligum tørvi í aldrinum 7 til 18 ár úr øllum landinum. Í serligum førum ganga næmingar i skúlanum til teir eru 21 ár.
Á skúlanum ganga 40-50 næmingar og her eru roynd starvsfólk innan ymiskar starvsbólkar.

Í skúlanum eru umleið 10 flokkar, har næmingarnir verða bólkaðir eftir tørvi og aldri, sum tað hóskar best. Í flokkunum eru í mesta lagi 4-5 næmingar, og hetta ger, at arbeitt verður við tørvinum hjá einstaka næminginum í ein mun, sum ikki ber til í størri flokkum.

Lesið meira her.