Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, var tann 1. desember á vitjan hjá øllum skúlum á Sandoynni.
Byrjað var frá morgunstundini í Skopunar skúla, har Kárun Kjærbo, fyrstilærari, tók ímóti og vísti runt í skúlanum. Landsstýrismaðurin var við til morgunsangin saman við næmingunum, sum eru 31 í tali úr 1. til 5. flokki.
Fyrstilærarin greiddi frá um virksemi í skúlanum inntil farið var víðari til Meginskúlan á Sandi. Har tók skúlastjórin Jacqueline Benzon ímóti, og landsstýrismaðurin hitti allar lærararnar, sum júst tá vóru til kaffi.
Meginskúlin er bygdur í 1971, og í løtuni verða ábøtur gjørdar við at fríðka um skúlastovurnar. Tað ganga 65 næmingar í skúlanum.
Landsstýrismaðurin hitti ein 6. flokk, sum hann fekk eitt gott prát við, og næmingarnir kundu seta spurningar.
Næst á skránni var Sands skúli, har næmingarnir dansaðu føroyskan dans, tá ið landsstýrismaðurin kom. Tey enda vanliga vikuna við sangi og dansi, og hesaferð kundi landsstýrismaðurin dansa við.
Skúlaleiðarin Lilian Clementsen vísti runt og greiddi frá skúlanum, sum er umleið 7 ára gamal. Tað eru 33 næmingar í skúlanum. Landsstýrismaðurin hitti samlaða lærarahópin til eitt prát.
Síðani gekk leiðin til Skálavíkar, har skúlaleiðarin Poula Hentze tók ímóti saman við teimum 4 næmingunum, sum ganga í skúlanum. Tað var ein hugnalig løta, har jólahugnin er við at breiða seg.
Rundferðin til skúlarnar á Sandoynni endaði við eftirskúlanum Brúnni í Skálavík, har Hjørdis Háberg Petersen, stýrisforkvinna, og maðurin Dánjal Petersen tóku ímóti saman við Eriku K. Winther, skúlaleiðara. Tað eru einans 11 næmingar í skúlanum í løtuni, men tað hava verið omanfyri 30 næmingar í eftirskúlanum, sum byrjaði fyri 4 árum síðani.
Næmingar vístu landsstýrismanninum runt í skúlanum. Hølisumstøðurnar eru sera góðar, og roknað verður við, at tað verða nógv fleiri næmingar komandi ár. Fleiri umsóknir eru komnar longu. Skúlin var skrýddur til tiltakið “Jól á Brúnni”, sum skuldi verða seinni um dagin, har peningur verður savnaður inn til námsferð.
Landsstýrismaðurin hevði eitt upplegg fyri næmingunum um politikk og samfelagsviðurskifti, og spurningar vóru settir til landsstýrismannin at svara.
Alt í alt var tað ein sera væleydnað rundferð og vitjan í skúlunum á Sandoynni.