Norðurlandahúsið var mánadagin 13. november karmur um stórfingna vitanarráðstevnu í sambandi við Barnaverkætlanina, sum 4 landsstýrisfólk og formansskapurin í Kommunufelagnum í felag eru farin undir.
Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, sum hevur fingið uppgávuna at standa fyri verkætlanini. Men hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í løgmálum saman við formansskapinum í Kommunufelagnum, sum eru borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen, formaður, og Heðin Mortensen, næstformaður.
Øll vóru hesi við á ráðstevnuni, saman við fakfólkum frá teirra geirum, umframt nógvum ymsum áhugapørtum í samfelagnum. Tilsamans vóru umleið 250 luttakarar á ráðstevnuni, sum veruliga setti hol á ta breiðu fólksligu tilgongdina við barnaverkætlanini.
Fleiri áhugaverdar fakligar framløgur vóru á ráðstevnuni, sum lýstu ymsar tættir innan barna- og ungdómsøki. Eisini greiddi umboð úr Íslandi frá, hvussu tey vóru farin undir eina líknandi tilgongd.
Allir luttakarar arbeiddu virknir saman við at lýsa viðurskiftini og at tekna ein samlaða mynd av støðuni og skitsera møguligar loysnir fyri avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í okkara samfelag. Tað framleidda tilfarið frá ráðstevnuni fer nú at innganga sum partur í strategisku tilgongdini, sum verður løgd til rættis fyri, hvussu farið verður víðari við Barnaverkætlanini.
Málið er at sameina tænastur, sum verða veittar børnum og ungum, so tey fáa viðburð og trivnað. Forðingar millum ymsu skipanirnar skulu lagast niður, og tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Eisini skal arbeiðast við fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøkum fyri at røkka málinum. Ætlanin er eisini at styrkja granskingina, sum viðvíkur hesum økinum, soleiðis at arbeitt verður málrættað og grundað á vitan.
Landsstýrismaðurin helt eina røðu til vitanarráðstevnuna.
Røðan kann lesast her:
Vælkomin øll somul. Tað er fantastiskt at síggja so nógv vera komin saman í dag til vitanarráðstevnu, sum veruliga skal seta hol á ta breiðu fólksligu tilgongdina við barnaverkætlanini.
Í dag skulu vit arbeiða saman um at fáa eina samlaða mynd av støðuni og skitsera møguligar loysnir fyri avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í okkara samfelag.
Vit skulu leggja grundina fyri ta víðari tilgongd, sum fer at føra til munagóðar batar í okkara samfelag, um vit øll virka saman, eru virkin, opin og rættað ímóti at røkka úrslitum saman.
Vit skulu virka fyri at sameina tænastur, sum verða veittar børnum og ungum, so tey fáa viðburð og trivnað. Vit skulu laga niður forðingar millum ymsu skipanirnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Vit skulu eisini arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi fyri at røkka málinum.
Eg fegnist um, at tað er breið politisk undirtøka fyri tí, sum vit nú eru farin undir. Í samgonguskjalinum eru børn og ung týðuliga sett á breddan, og við skipanini av einum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, er tað litið mær upp í hendur sum landsstýrismaður at standa á odda fyri hesari tilgongdini.
Saman við trimum av mínum starvsfeløgum í landsstýrinum og formansskapinum í Kommunufelagnum skrivaðu vit øll undir eitt politiskt semjuskjal tann 28. mars, sum vit síðani hava virkað eftir. Vit hava sett okkum sum mál, at Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
Hetta er nakað, sum vit øll kunnu verða samd í, og vit vilja hava andstøðuna við í tilgongdina. Ein politiskur fylgibókur er skipaður við umboðum frá øllum politiskum flokkum í Løgtinginum, soleiðis at øll eru tikin við heilt frá byrjan. Barnaverkætlanin er ein verkætlan, sum røkkur út um valskeiðið. Hetta er nakað, sum breið undirtøka er og skal verða fyri.
Innan málsøki hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum eisini umfatar dagstovnar, skúlar og hægri útbúgvingar, gransking umframt barnavernd og Gigni, hava vit næstan útilokandi við viðurskifti hjá børnum og ungum at gera.
Børn og ung eru okkara felags”ogn”, og tí er tað okkara felags ábyrgd, men fyrst og fremst okkara týdningarmesta felags tilfeingi og sjálv framtíðin hjá okkara samfelagi. Vit skulu lógartryggja rættindini hjá okkara børnum og ungum.
Vit skulu eisini styrkja granskingina, sum viðvíkur hesum økinum, soleiðis at vit arbeiða málrættað og grundað á vitan. Málið er, at vit skulu vita, heldur enn halda og gita.
Vit skulu skipa netverk og menna leiðslutilgongdir innan felags almenna leiðslu.
Eg gleði meg almikið at standa á odda fyri hesi tilgongd, men tað er saman vit skulu fremja alt, og tað er saman, at vit skulu gleðast um tað, sum vit fara at røkka.
Vælkomin.