02.12.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vinnuháskúlin – eitt hav av møguleikum

Vinnuháskúlin – eitt hav av møguleikum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað á Vinnuháskúlanum, har Símun Poulsen, skúlastjóri, tók ímóti saman við undirvísingarleiðarum skúlans Jón Helmsdal og Karl Gregersen, umframt fíggjarleiðaranum Finngerð Olsen.

Landsstýrismaðurin fekk eina framløgu um fjølbroytta virksemi í skúlanum, sum í miðal útbýr umleið ein tíggjundapart av hvørjum árgangi í Føroyum.

Hetta eru komandi leiðarar umborð á skipum her heima og úti í heimi, bæði á brúnni og í maskinrúminum. Útbúgvingarnar kunnu eisini brúkast til annað, bæði á sjógvi og landi. Heilt einfalt bjóðar Vinnuháskúlin eitt hav av møguleikum, sum slagorð skúlans eisini sigur.

Landsstýrismaðurin heilsaði upp á nógv lesandi, tá hann var vístur runt í skúlanum,  og tað var hugaligt at síggja, so hugbundin og motiverað øll vóru. Tað er ein stór yvirvág av mannfólki á Vinnuháskúlanum, men nakrar kvinnur hava tó leitað sær henda vegin eisini. Tær kundu gott verið fleiri, meintu tey í skúlanum.

Skúlin er væl útgjørdur við nýmótans tøkniligari útgerð við simulatorum bæði til navigatørar og maskinmeistarar. Sum heild fekk landsstýrismaðurin eina sera jaliga fatan av skúlanum.