Fimm næmingar úr Hoyvíkar skúla, sum arbeiða við eini verkætlan um fólkaskúlan, vóru í hesum sambandi á vitjan og høvdu eitt prát við landsstýrismannin um fólkaskúlan, fólkaskúlalógina og hvussu fólkaskúlin er mentur gjøgnum árini. Landsstýrismaðurin fegnast um áhugan, sum næmingarnir vísa fyri skúlanum, tí hetta kann verða við til at menna skúlan. Tað hevur týdning, at vit hoyra røddina hjá næmingunum í tilgongdini um, hvønn fólkaskúla vit skulu hava.