Vágs kommuna fer í samstarv við Barnaverkætlanina at víðarimenna barna- og ungdómsøkið
Vágs Kommuna og Barnaverkætlanin eru samd um at fara í eitt samstarv, sum hevur til endamáls at víðarimenna barna- og ungdómsøkið í Vágs Kommunu.
Ráðleggingin av samstarvinum er byrjað, og arbeitt verður við at leggja til rættis hvussu samstarvið best kann eydnast og fara fram. Umboð fyri Barnaverkætlanina hava m.a. vitja í Vági at greiða frá verkætlanini, og vitja ymsar stovnar.
Barnaverkætlanin hevur í stóran mun brúkt tann íslendska menningarmyndilin sum fyrimynd, og hevur tætt samstarv við Ísland um teirra menningartilgongd og royndir tey hava gjørt sær. Hetta eru royndir, ið vit í Føroyum við fyrimuni kunnu læra av áðrenn vit byrja at royndaríverkseta ymsu tiltøkini innan barna- og ungdómsøkið. Tí verður farið til Íslands á eina vitanarferð seinast í november at vitja ymsar kommunur, stovnar og ráð, soleiðis at royndir teirra kunnu takast við í ráðleggingina av teimum tiltøkum, sum hava til endamáls at víðarimenna og styrkja fyribyrgjandi arbeiði innan barna- og ungdómsøkið í Vágs Kommunu.
Lesast kann meira um Barnaverkætlanina á her.