17.02.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vága kommuna virkin á barnaøkinum

Vága kommuna virkin á barnaøkinum
1 / 2

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu hevur havt vitjan av Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í Barna- og útbúgvingarmálum á kommunuskrivstovuni í Sandavági. Á skrá var umrøða av tiltøkum á barnaøkinum, sum kommunan arbeiðir við. Tað var ein spennandi skrá við framløgum, sum var fyrireikað fyri landsstýrismanninum við fylgi.

Fyrst vóru tað tveir næmingar úr 8. flokki í Skúlanum á Giljanesi,  Durita Vón Vidtfeldt og Bjørk Akselsen, sum høvdu eina framløgu um fakið og eg”.  Talan er um eitt átak, sum lærir børn og ung um sínar styrkir og veikleikar, sum aftur styrkir teirra sjálvsmynd og sjálvsfatan, fyri at minka um stress hjá børnum og ungum. Durita Vón og Bjørk umboðaðu herfyri Føroyar á Ungdómstingi á Christiansborg.

Síðani vóru tað dygdarmennararnir á stovnsøkinum í kommununi, Laila í Løðu og Fríða í Giljum, sum høvdu eina áhugaverda framløga um, hvussu arbeitt verður við at skipa námsfrøðina á dagsstovnunum í kommununi, til tess at tryggja at dygdin er í lagi.

At enda greiddi Eva Klein, námsfrøðiligur ráðgevi hjá kommununi frá um, hvussu kommunan arbeiðir við at tryggja góðar umstøður hjá børnum við serstøkum tørvi. Her var eisini komið inn á, hvussu samstarvið riggar við aðrar myndugleikar og tænastur.

Djóni Nolsøe Joensen fegnast um alt, sum verður gjørt innan barnaøkið í Vága kommunu og er hetta nakað, sum uttan iva kann blíva partur í tilgongdini at betra umstøðurnar hjá børnum og ungum, sum samgongan hevur sett sær fyri.