Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevði opið mentanarnáttina 7. juni í Havn, har børn, ung og foreldur teirra, umframt onnur kundu koma inn á gólvið.
Gentubólkurin Smíl úr Klaksvík framførdi sum tað fyrsta nýggjar barnasangir saman við Steintóri Rasmussen, sangskrivara. Hetta var sera væl fagnað.
Barnaverkætlanin skipaði síðani fyri verkstovu, har børn settu orð á, hvat hevur størsta týdning fyri tey.
Tey høvdu eisini møguleika at skriva spurningar og geva landsstýrismanninum ráð, sum kundu leggjast í ein postkassa til endamálið.
Seinni um kvøldið framførdu Danny & The Veetos duo fyri fullari høll. Har vóru bæði nýggj og kend løg at hoyra, og øll sungu við.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fegnast um, at øll hava tikið so væl ímóti tiltakinum í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum mentanarnáttina.
sigur landsstýrismaðurin.