Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í kunngerð lýst hækkingar í upphæddum í sambandi við lestrarstuðul og samsýning til forsturforeldur.
Allar upphæddir hækka við 3,6% frá 1. januar 2025.
Fyri lestrarstuðulin merkir hetta til dømis, at tey, sum lesa hægri lestur, nú fáa 5.139 kr. um mánaðin í mun til 4.960 kr. frammanundan.
Samsýningin til fosturforeldur, sum hevur verið 128,77 kr. um samdøgrið hækkar til 133,40 kr. frá 1. januar 2025.