Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur luttikið á norðurlendskum útbúgvingarráðharrafundi í Stockholm.
Høvuðsevnið á fundinum var støðan innan sokallaðu STEM fakini, sum eru náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði.
Øll Norðurlondini kláraðu seg verri í seinastu PISA kanning, sum serliga kannaði førleikarnar innan støddfrøðina. Eisini í Føroyum kláraðu næmingarnir seg verri enn í seinastu kanning.
Avbjóðingar eru eisini í fleiri Norðurlondum at fáa lesandi at velja hægri lestur innan náttúruvísindaligu økini. Serliga eru tað fáar kvinnur, sum velja at fara henda vegin.
Umrøtt var, hvørjar orsøkirnar eru, og hvat kann verða gjørt.
Eitt annað evni, sum fylti nógv á fundinum, var skermnýtslan hjá børnum í skúlanum. Í øllum Norðurlondum verður strammað upp í telefon- og skermpolitikkinum í skúlunum, tí kanningar vísa, at tað ávirkar trivnaðin og læringina hjá børnunum, at tey eru ov bundin at skermum. Hetta er eisini eitt evni, sum arbeitt verður við í Føroyum.