Ann Hermansdóttir, studentaprestur, hevur vitjað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann.
Tey skiftu orð um uppgávuna, sum studentapresturin hevur røkt á øllum miðnámsskúlunum síðani í august í fjør.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at næmingarnir hava tikið so væl ímóti møguleikanum at kunna samskifta við ein prest, sum dagliga virkar millum teirra.
Tey ungu stríðast við nógvar avbjóðingar í dagsins samfelag, og her kann ein samrøða við ein prest geva stóra meining hjá nógvum.
Tað er Fólkakirkjan, sum stendur fyri studentaprestinum, sum í fyrstu atløgu er ein royndarskipan.
Ann Hermansdóttir kennir seg sera hepna, at tað fall í hennara lut at fáa hesa uppgávuna.