1 / 2
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið kring um á nógvum av ítróttastøðunum, sum føroysku íðkararnir hava dystast á undir Special Olympics í Berlin. Tað hevur verið spennandi at fylgja ítróttakappingunum og síggja, hvussu nógv øll hava fingið burturúr. Tað er gott at vinna, men tað týdningarmesta er at vera við og saman. Special Olympics andin er nakað, sum allur heimurin kann læra nakað av. "Ósigrað saman" ella á enskum "Unbeatable Together", er slagorðið í Berlin í hesum døgum.
Her eru nakrar myndir av føroysku luttakarunum: