
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á barnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum í vikuni, har tey smáu børnini hava givið teirra boð uppá, hvat tað góða barnalívið er.
Landsstýrismaðurin hevði eina røðu at byrja við, har hann fortaldi eina lítla søgu, sum kann lesast her.
Endamálið við barnaráðstevnuni er at hoyra børnini nú arbeitt verður við at orða eina føroyska barnalóg. Teirra meiningar eru týdningarmiklar, tí lógin viðvíkur børnum. Fyrr hava næmingaráðini í fólkaskúlanum verið á barnaráðstevnu og gjørt teirra íkast. Eisini hava børn, sum eru komin úr útlondum og búgva í Føroyum, verið í Norðurlandahúsinum á barnaráðstevnu. Børn við avbjóðingum, ella sum hava serligan tørv, fara eisini at verða spurd. Samlaða frágreiðingin fer at verða liðug í mai og verður ein liður í nevndu barnalóg, sum arbeitt verður við. Tað er Barnaverkætlanin, sum stendur fyri ráðstevnuni við hjálp frá nógvum ymsum pørtum.