Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað skúlar í Eysturoynni. Fyrst vóru tað skúlarnir í Runavíkar kommunu, Skúlin við Løkin og Glyvra Skúli. Síðani varð farið til Tofta skúla.
Durita Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løkin, tók ímóti, og morgunsangur var tað fyrsta á skránni hjá landsstýrismanninum.
Næmingarráðið er við at verða mannað, og atkvøðurnar vóru júst taldar upp í einum flokki, sum landsstýrismaðurin vitjaði.
Útlendsku næmingarnir, sum vanliga møta í móttøkuflokki um morgnarnar, lærdu henda morgunin, hvussu havhestur verður royttur.
Beint við skúlan er nýggja svimjihøllin í Runavík við at taka seg upp.
Í Glyvra skúla eru næmingarnir frá forskúla til 3. flokk, og har er móttøkuflokkurin fyri útlendsk børn eisini staðsettur. Dentur verður lagdur á at læra tey føroyskt. Landsstýrismaðurin mintist aftur á síni egnu skúlaár á Glyvrum og í Runavík.
Í Tofta skúla fekk landsstýrismaðurin eina virðiliga móttøku í forhøllini, har Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin og allir næmingarnir vóru savnaðir at syngja fyri gestinum. Aftaná fekk landsstýrismaðurin høvi til at heilsa upp á umboð fyri næmingaráðið, sum er sera virkið í skúlanum, sum landsstýrismaðurin fegnast um.
Skúlastjórin vísti runt í skúlanum, sum hevur eina góða samanseting av gomlum og nýggjum karmum.
Landsstýrismaðurin heldur, tað er sera gevandi at koma runt at síggja skúlar, dagstovnar og annað virksemi, sum hann varðar av.