Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á skúlavitjanum á Strondum og á Skála.
Á Strondum tók Mariann Poulsen, varaskúlastjóri, ímóti og vísti runt í skúlanum. Landsstýrismaðurin var inni í flestu skúlastovunum og fekk heilsað upp á næmingarnar.
Eisini var hann við til morgunsangin, har nógv var gjørt burturúr, sum tey plaga fríggjadagar. Eitt av serligu átøkunum í Stranda skúla er TÍTT skipanin, sum verður brúkt fyri at hava gott samband við heimini og fylgja væl við í trivnaðinum hjá næmingunum.
Farið var síðani til Skála skúla, har Nomi Jacobsen, skúlastjóri, tók ímóti landsstýrismanninum. Skála skúli hevur gjørt nógv burturúr at verða ein grønur skúli og at arbeiða við verðurlagsbroytingum, sum skúlin hevur fingið fleiri prísir fyri. Landsstýrismaðurin hitti allar næmingarnar í forhøllini í skúlanum til morgunsangin, sum var útsettur í sambandi við vitjanina. Landsstýrismaðurin greiddi næmingunum frá uppgávuni, sum ein landsstýrismaður hevur og svaraði spurningunum, sum 7. floksnæmingar høvdu fyrireikað.
Tað er altíð sera gevandi at vitja skúlar og møta næmingum og starvsfólkum.