05.06.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Skúlaleikir eru ein sólskinssøga

Skúlaleikir eru ein sólskinssøga

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, er sera fegin um, at Skúlaleikir nú eru tryggjaðir tey næstu trý skúlaárini.

Skúleikir eru ein sólskinssøga, ið seinastu árini hevur savnað skúlar og flokkar kring landið.

Undirtøkan hevur verið sera góð bæði millum skúlaleiðslur, ítróttalærarar og næmingar, og sjón fyri søgn er, at hetta skúlaári luttóku umleið 90% av øllum næmingunum í 4., 5. og 6. flokkunum í Føroyum.

Harumframt hava nærum 75% av ítróttalærarunum víst á, at tey við Skúlaleikum hava upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar, og at omanfyri 90% av lærararunum siga seg vilja vera við aftur komandi skúlaár.

Tá eg sjálvur havi verið til staðar til endaligu landsstevnuna í Skúlaleikum, havi eg so sanniliga merkt framúr góða huglagið, drívmegina og rørslugleðina bæði hjá lærarum og serliga hjá eldhugaðu næmingunum. Serliga stuttligt er tað at síggja, á hvønn hátt hetta er við til at styrkja samanhaldið og felagsskapin millum næmingarnar, tá teir saman kýta seg fyri at náa einum góðum úrsliti,

sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Tað er ÍSF, sum hevur tikið stig til og samskipar Skúlaleikir. Betri og Nordeagrunnurin stuðla leikunum og Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið, Fróðskaparsetrið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið eru samstarvspartnarar.

Tilmeldingin til Skúlaleikir 2024/25 letur upp tann 1. juni 2024.

Her er leinkja filmsbrot frá endabrakinum á landsstevnuni 2024.

 

Nærri kunning um skúlaleikir er her:

 

 

 

Um skúlaleikir

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

Les meira her.