
Fríggjadagin 7. mars 2025 var ársins skúla FM í íverksetan í høllini á Giljanesi. Tað er Íverksetarahúsið sum skipar fyri. Skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið kappast í íverksetan.
“Gjøgnumhugsað – aktuelt – lærandi – inkluderandi gjøgnum spæl – spennandi – enskur tekstur til tilflytarar – søga, landalæra og sagnir flættaðar í spæl – flott prototypa”, so greið vóru skotsmálini, sum dómararnir góvu vinnarunum Bygd til bý, tá tey vunnu SkúlaFM 2025.
Bólkurin Bygd til bý høvdu eitt hugskot til eitt spæl, sum skal menna føroyska mentan, við at læra um mál, søgur og sagnir. Tey hildu, at tey føroysku børnini vita ov lítið um føroyska søgu og sagnir, og tí vildu tey gera okkurt við hendan trupulleikan.
Bólkurin, Bygd til bý, eru úr 9. flokki í Eysturskúlanum og stovnararnir eru; Anna Helena, Signa, Bjalla og Fía.
Tær siga; “Vit hava gjørt eitt borðspæl, sum eitur Bygd til Bý. Okkara hugskot hevur til endamáls at læra fólk um føroyska søgu, mentan og landalæru”.
Vit ynskja bólkinum úr Eysturskúlanum tillukku við sigrinum.
Djóni Nolsøe Joensen setti dagin. Røða hansara kann lesast her.
SkúlaFM er Árliga tiltakið, har næmingar úr framhaldsdeildini kring landið arbeiða við íverksetan.
Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur.
Sambært samstarvsavtalu millum Íverksetarahúsið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið verður dentur lagdur á, at virkað verður fyri at menna áhugan hjá næmingum fólkaskúlans í íverksetan og at skipa so fyri, at næmingarnir fáa roynt síni skapandi evni, sítt hugflog og royndir í nýhugsan, har teir bæði fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot.
Les meira um SkúlaFM 2025 og hygg at øllum myndunum her.