Røða hjá landsstýrismanninum til skúlaFM 2023.
Góðu næmingar, góðu lærarar og góðu øll tit onnur, ið eru møtt her í dag til skúlaFM finaluna 2023. Til tykkum øll vil eg siga, at eg í dag eri sera glaður og takksamur fyri, at tit øll so ella so hava verið við til at fáa í lag hetta megnar tiltak!
Eg takki hjartaliga fyri høvið at bera tykkum øllum eina heilsan her í dag!
Ein serstøk tøkk vil eg bera tykkum í Íverksetarahúsinum fyri tykkara áræði og framfýsni í sambandi við at fyrireika og stuðla hesum tiltaki.
Hetta tiltak prógvar, at tit í Íverksetarahúsinum eru tilvitað um týdningin av, at vit tíðliga og á ungum árum, stimbra okkara børn og ungu til íverksetan.
Eg haldi sjálvur, at vit so tíðliga sum gjørligt - í okkara barnagarðum eins og í grunddeildini í fólkaskúlanum, eiga at skapa karmar og umstøður, sum lofta og stuðla børnunum, tá tey fáa nýggj, kreativ og slóðbrótandi hugskot.
Vit mugu fyri alt í verðini ikki køva teirra eldhuga, tá tey við áhuga brenna fyri onkrum ávísum. Tað kann t.d. vera eitt barn, ið fær eitt fantastiskt og slóðbrótandi hugskot, sum vit vaksnu ikki tora ella megna at lofta, ið so ger, at barnið gevur upp tankan, og sigur ”gott er, lat fara, tað er sikkurt bara okkurt galið við mær og mínum tankum, nú tá tey vaksnu ikki stuðla mær…’
Eg minnist sjálvur, tá eg einaferð sum námsfrøðingur arbeiddi í einum stovni, har vit í eini stovu høvdu eitt trummusett. Tann eini drongurin vildi mestsum allatíð spæla trummur, men umstøður á stovninum gjørdu, at tað ikki altíð var so lætt at siga ja til drongin. Eg fekk tó skipað tað soleiðis, at drongurin fekk ríkiligt høvi at spæla trummur, og glaður var eg fyri tað, nú tá eg umleið 10 ár seinni møtti honum og visti, at hann í dag er ein av allarbestu trummuspælarum í Føroyum!
Hetta vitnar samstundis um, hvussu ótrúliga týdningarmikið tykkara starv er, hjá tykkum, ið dag og dagliga eru um og saman við okkara børnum, og hvussu stóra ávirkan tit kunnu hava á okkara framtíðar samfelagsborgarar. Samstundis er hetta enn ein áminning um, at vit eiga at geva musisk-kreativu lærugreinunum í skúlanum ta rúmd og tyngd, ið er neyðug.
At børnini eisini sleppa at royna seg við hondunum, at sansa, byggja, trumma, smíða, dansa, syngja, matgera, klippa, klistra, líma, skapa eo.s.fr.
Í skúlanum mugu vit somuleiðis loyva næmingunum at seta undrandi og forvitnisligar spurningar, sum teir møguliga eftirfylgjandi vilja kanna og granska. Í bókligu lærugreinunum eiga næmingarnir eisini at fáa høvi at arbeiða tvørfakligt, eisini við øðrvísi og fjølbroyttum arbeiðshættum.
Tit ungu, sum í morgun fara at leggja fram tykkara hugskot. Til tykkum vil eg fyrst og fremst siga, at eg eri sera glaður fyri at fáa hetta høvi, at siga nøkur orð til tykkum.
Eg eri nevniliga sera sera spentur at síggja og hoyra nærri um tykkara hugskot.
Tað er avbera gleðiligt, at tit eru heili nýggju bólkar, sum í dag hava dirvi, ágrýtni og áræði at presentera tykkara arbeiði.
Tit koma øll somul, sum taka lut her í finaluni í dag, á ein ella annan hátt at vinna nakað – so ella so. Í hvussu so er vinna tit øll mína virðing og viðurkenning, fyri ta tíð og orku, sum tit hava lagt í alt hetta arbeiði, sum eg veit liggur handan tað úrslit, sum vit í dag verða vitni til.
Eg eri takksamur fyri tykkum ungu og stoltur av, at tit eru so røsk, dugnalig og djørv.
Tað er tó mangan ikki nokk ’bert’ at síggja nýggjar møguleikar, um ein ikki torir at leypa útí og granska djúpa dýpið, og um ein í staðin víkir við at klatra, har garðurin er lægstur. Tað krevst eisini dirvi til tess at tora at hugsa stórar tankar, og til at lata nýggjar tankar vera verandi á flog, og tað kann kennast ókent og ótrygt við heilt nýggjum og óvanligum tankum.
Hugflogið hjá okkara vinum fær hug at fara á flog, tá vit varðveita og stimbra teirra áhuga og forvitni. Við hesum orðum vil eg somuleiðis vísa á týdningin av samstarvi, tí eg eri sannførdur um, at alt tað arbeiði, ið liggur til grund fyri tykkara framløgur í dag, hevur sett stór krøv til tykkara samstarvsevni, har tit hava lært at samskipa tykkara uppgávur, tykkara ábyrgdarøki og arbeiðsbýtið í bólkinum.
SAMAN hava tit ment tykkara hugskot við boðum uppá, hvussu tit meta tykkara hugskot í veruleikanum kundu verið sett í verk.
Hetta hevur sett krøv til tykkara kreativitet, samstarvsevni, evni at arbeiða sjálvstøðugt, at leggja fram o.s.fr. Við øllum hesum í huga, eri eg ikki í iva um, at tit øll somul longu nú, hava lært eina rúgvu ígjøgnum hesa tíðina.
Eg ímyndi mær eisini, at tit øll hvør í sínum lagi, hava møtt forðingum og avbjóðingum á leiðini. Men tað at tit nú eru her í dag, tilreiðar at leggja fram, tað sigur mær, apropos at vinna, at tit hava yvirvunnið tykkara forðingar, og at tykkara loysnir hava vunnið á tykkara avbjóðingum/trupulleikum.
Eg vóni, at tit eisini seinni í lívinum, vilja dríva á við at gera tykkara dreymar til veruleika, har tykkara drívmegi kemur at dríva tykkum fram á leið. Vit vaksnu vita av royndum, at lívið er upp og niður. Onkuntíð náa vit á mál, aðrar tíðir ikki, týdningarmest er ongantíð at lata vónina doyggja, og at hjálpa hvør øðrum í mótgongd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur stuðlað SkúlaFM síðani tað byrjaði fyri 13 árum síðani, og sum landsstýrismaður eri eg ógvuliga tilvitaður um týdningin av íverksetaraátøkum.
Nýhugsan og nýskapan eru ikki bara mótaorð, og eitt sterkt íverksetaraumhvørvi kemur ikki av sær sjálvum, men krevur hinvegin, at neyvar fortreytir verða lagdar og støðugt lagaðar.
Í dag hava vit m.a. SkúlaFM, Íverksetarahúsið í Klaksvík, Hugskotið í Havn og FabLab norðuri á Kambsdali og suðuri í Vági.
Í fámentu Føroyum hava vit tørv á øllum góðum kreftum, og tað eigur ikki at verða nøkur forðing at búgva í einum lítlum landi við stórum møguleikum.
Framtíðin er opin fyri tykkum við nærum MARKLEYSUM menningarmøguleikum.
Samstundis eru tað í alheims samfelagnum alskyns avbjóðingar, sum tit í framtíðini kunnu verða við til at loysa, t.d. náttúrutilfeingið, ójavna býtið, veðurlagsbroytingar, flóttafólkastreymar, inflatión og matvørukreppur.
Fyrr var tað nærmast óhugsandi, at ein føroyingur skuldi hava møguleika at vinna altjóða eurovision….
so nei, tað er heldur ikki óhugsandi, at ein føroyingur einaferð kemur við loysnum upp á stórar altjóða samfelagsligar avbjóðingar í framtíðini!...
1000 takk fyri, at eg fekk hetta høvi at heilsa uppá tykkum øll…
Góða eydnu í dag og góða eydnu víðari á tykkara lívsleið. Takk fyri.
Myndina hevur Brendpictures tikið.