Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, undirskrivaðu í dag skeyti um, at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um, at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar.
Á Frælsinum skal landið byggja nýtt Kampus til Fróðskaparsetur Føroya. Talan er um eina verkætlan, har lagt verður upp til at byggja umleið 3 bygningar á umleið 20.000 m2 tilsamans, og at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, ið verða partur av Kampus.
Tá øll verkætlanin er liðug, er ætlanin, at alt Fróðskaparsetrið skal verða samlað úti á Frælsinum og Debesartrøð. Við hesum hevur landsstýrið tryggjað sær at kunna byggja Kampus á Frælsinum, og hetta fegnast Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, um.
Avtalan um Hoydalar er treytað av, at øll formlig viðurskifti eru komin upp á pláss viðvíkjandi matrikulering v.m. Yvirtøkudagurin er tí avtalaður at verða tann dagur, tá ið partarnir hava undirritað endaliga skeytið.
Kommunan tryggjar sær tó brúksrætt til ognirnar beinanvegin og kann fara undir at fyrireika, hvat virksemi skal verða í Hoydølum. Í avtaluni er ásett, at ognirnar einans mugu nýtast til almannagagnligt virksemi hjá Tórshavnar kommunu, og at einki nýtt virksemi má fara fram á ognini, tað veri seg nýbygging ella annað arbeiðið, ið ger inntriv í lendið, vøkstur ella náttúruna í økinum annars, uttan við skrivligum loyvi frá Føroya Landsstýri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um, at avtalan um Hoydalar loksins er komin undir land. Øll eru glað fyri Hoydalar, og hetta fer kommunan at taka væl hond um, sigur borgarstjórin.