1 / 2
Á fyrsta sinni hevur Fróðskaparsetur Føroya útskrivað diplomprógv á bachelor- og masterstigi í Føroyskum sum øðrum máli.
Eitt slag av nýggjari søgu varð skrivað fríggjadagin, tá 20 prógv vórðu handað í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum til fólk, sum hava lisið Føroyskt sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður helt røðu. Hann segði m.a.:
Tann sum lærir eitt fremmandamál, heilsar vakurt uppá eina aðra tjóð.
Øll røðan kann lesast her.
Grein um próvhandanina kann lesast á setur.fo.
Myndirnar eigur Fróðskaparsetur Føroya.