28.03.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða til kappingina Ungt Virki 2025

Røða til kappingina Ungt Virki 2025
1 / 2

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum setti ídag tiltakið Ungt Virki 2025, sum varð hildið á Glasi. Hann segði millum annað í røðu síni:

Eg vóni, at tit ungu halda áfram. At tit ikki geva upp, sjálvt um alt ikki riggar beinanvegin. Tí sum sagt, kanska ert tú tann næsti, sum skapar eitt virki, sum kann vaksa og blóma her heima, og sum eisini kann røkka langt út um landoddarnar. Føroyar hava brúk fyri tykkum ungu  –  vit hava brúk fyri tykkara hugflogi, tykkara áræði og tykkara arbeiði. 

Øll røðan kann lesast her.

Landsstýrismaðurin vitjaði eisini básarnar har hugskotini til vørur og fyritøkur vóru mong og hugvekjandi.

Bólkurin Petsit úr miðnámi á Glasi gjørdist vinnari av íverksetarakappingini Ungt Virki 2025. Nr. 2 gjørdist Risus úr Miðnám á Kambsdali og Nr. 3 Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík. Allir bólkarnir siggjast á myndini niðanfyri.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku.

Til ber at lesa meira um kappingina Ungt Virki her.