Landsstýrismaðurin flutti fram røðu til innleiðsludag hjá lærarunum á Glasi 14. august. Harumframt luttók hann í pallborðsorðaskifti saman við Gitte Klein, sálarfrøðingi, um skermnýtslu. Lívligt orðaskifti var og meiningarnar ymiskar.
Landssýrismaðurin legði í orðaskiftinum dent á, at arbeitt verður málinum frá almennari síðu og, at talan er um ein kompleksan trupuleika, og at tað tí hevur týdning at lýsa málið væl frá øllum síðum og saman við pørtum ið hava vitan um málið.
Røðan kann lesast her:
Góðu tit,
Takk fyri, at eg var boðin við til at siga nøkur orð við hetta høvi, nú tit koma saman beint áðrenn skúlaárið á Glasi byrjar aftur.
Eg fari her at leggja dent á útbúgvingarligu dimensiónina, men fari eisini at leggja dent á trivnaðin og lívsgóðskuna hjá teimum, ið ganga á miðnámi.
Útbúgvingarligt
Arbeitt verður í løtuni við at gera tilmæli til sonevndar yrkisgymnasialar útbúgvingar, har endamálið er at gera tað møguligt at samantvinna yrkisútbúgvingarnar og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar. Endamálið er, at tað skal bera til at fáa eina førleikagevandi útbúgving við einum sveinabrævi, ið kann nýtast í ávísum yrki, samstundis sum at tað skal bera til at fara undir víðari lesnað. Enn er tó ikki heilt greitt, hvussu ein slík útbúgving kemur at verða skipað, men ein arbeiðsbólkur er settur at gera tilmæli um hetta, og vita vit vónandi meira um hetta í heyst.
Ein partur av hesum arbeiði er eisini at gera lærugreinapakkar fyri nakrar av útbúgvingunum á miðnámi, ið ikki lúka upptøkukrøvini til ávísar hægri útbúgvingar. Her verður serligur dentur lagdur á heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðihjálpara-útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya.
Breytaskipanin fyri gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar hevur nú 10 ár á baki, og fer arbeiðsbólkur í hesum sambandi í holt við at eftirmeta gymnasialu breytaskipanina í heyst. Spennandi verður at síggja, hvørjar niðurstøðurnar verða.
Fyri at nevna okkurt av tí, sum fyri stuttum er sett í verk, kunnu vit nevna, at nýggj kunngerð var lýst fyri kokkaútbúgvingina í vár, soleiðis at tað nú fer at bera til at taka fulla skúlagongd til kokkaútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík. Áður hevur verið neyðugt at tikið seinnu skúlaskeiðini í Danmark.
Eisini kann nevnast, eins og tykkum er kunnugt, at ein nýggj royndarskipan fyri næmingar, ið fáast við úrvalsítrótt á miðnámi, verður roynd nú við skúlaársbyrjan.
Trivnaður
Góður trivnaður og lívsgóðska millum okkara ungu hevur alstóran týdning. Hetta hevur týdning í sjálvum sær og fyri alla læring og útbúgving. Barnaverkætlanin, ið vit arbeiða við í Barna- og útbúgvingarráðnum, tekur útgangsstøði í hesum, og fevnir eisini um tey ungu. Fyri tíð síðani var trivnaðarkanning gjørd millum omanfyri 1000 næmingar á miðnámi í Føroyum. Úrslitið vísir, at trivnaðarstøðið, um ein kann kalla tað so, er tað sama sum í 2021, tá líkandi kanning var gjørd. Kanningin tá vísti tó eitt stórt fall í trivnaðinum í mun til kanning í 2017. Onkrir ljósglottar eru, t.d. er ein stórur partur, ið svarar, at tey kenna seg elskað. Men samstundis er tað ein stórur partur, ið svarar, at tey sjáldan hava stórt yvirskot av orku. Vísandi til hvussu tey hava kent seg seinastu tvær vikurnar, áðrenn tey hava svarað.
Her er rúm fyri batum, og eiga vit í felag at hava ein dialog um, hvussu trivnaðurin verður betri millum okkara ungu á miðnámi. Nógv ymisk tilboð eru longu, t.d. hevur Glasir eina næmingatænastu, har lestrarvegleiðing og lektiucafé eru týðandi tættir, ið stuðla og hjálpa næmingunum. Umframt at sálarfrøðingar eru knýttir at miðnámsskúlunum og hava næmingarnir møguleika fyri at tosa við hesar, um tað, sum teir stríðast við.
Alt gott um verandi tilboð, men onnur tiltøk eiga helst eisini at verða sett í verk.
Eitt nú var tilmæli handað í 2021 um ung við sálarligum og sosialum avbjóðingum, og hvussu hesi kunnu megna at fullføra miðnám. Tilmæli tekur útgangsstøði í verandi tilboðum og skipanum, men kemur við boðum upp á, hvussu hesar betri fáast at virka fyri hesum endamáli. Her er talan eitt nú um at nágreina leiklut, uppgávuábyrgd og markamót hjá lestrarvegleiðingini, toymisskipanini, sernámi og mentorskipan. Umframt at gera lívsmeistran til part av lærugreinunum lestrarmenning og ítróttur og heilsa. Hetta tilmæli fara vit nú at viðgera nærri í ráðnum.
Harumframt er ein møguleiki, at Gigni eisini verður partur av miðnámi, eins og í fólkaskúlanum, og kundu næmingarnir soleiðis fingið ágóðan av dialogi við dugnalig fakfólk við breiðari vitan um bæði heilsu og trivnað.
Skipanin sjálv
Men vit eiga eisini at tora at seta spurningin um - og í hvønn mun - okkara egnu skipanir elva til strongd og mistrivnað millum tey ungu. Og er hetta eisini eitt stórt kjak-evni í londunum rundanum okkum. Tað eigur at vekja undran, at tey ungu í trivnaðarkanningini svara, at tey ikki ofta hava yvirskot av orku. Og eiga vit tí eisini at hyggja nærri at júst hesum fyribrigdi. Kanska arbeiðsbyrðan og krøvini, vit sum samfelag seta, eru ov stór ella kanska skipanin ikki tekur nóg nógv atlit at trivnaðinum.
Í hesum sambandi er eisini neyðugt at hyggja eftir arbeiðsbyrðuni á miðnámi sum heild og seta spurningin, um hon kanska er ov stór fyri summi? Ella um næmingarnir altíð hava neyðugu amboðini at lyfta arbeiðsbyrðuna? Ella um til ber at skipa tingini øðrvísi? Vit hava fyri stuttum fingið eitt tilmæli um fólkaskúlan, har menning og trivnaður eru týðandi tættir. Eitt líknandi kjak um arbeiðsbyrðu, trivnað og læringsumstøður hjá næmingum á miðnámi eigur eisini at fara fram.
Ein partur av hesum kann eisini vera at hyggja nærri eftir próvtalsstiganum og próvtølum sum heild. Vit eru meiri og annað enn próvtøl. Og flest øllum kunnugt eru tøl sera psykologisk – til ber t.d. at spyrja, um tað nú er neyðugt at hava eitt próvtal sum eitur “- 3” (minus 3) – tí hvat merkir hetta? Eigur eitt 0-tal ikki vera absolutt lægsta talið? Bert fyri at seta nakrar spurningar við próvtalsstigan. Hetta krevur tó eitt størri fakligt kjak, áðrenn vit broyta próvtalsstigan ella t.d. fara yvir til gera kvotu 2 størri í sambandi við upptøku á hægri útbúgvingum.
Skermnýtsla og fartelefonir á miðnámsskúlunum eru eisini kjakevni, ið eru viðkomandi í hesum sambandi. Og hava hesi stóra ávirkan á bæði trivnað og menning hjá okkara børnum og ungu. Talan er tó um eitt komplekst evnið, har meiningarnar eru nógvar - og eru vit sum myndugleikar sinnaðir at lurta eftir tykkara royndum her á staðnum.
Fari at enda við at siga, at tit sum her eru, sita við nógvari virðismiklari vitan um tey ungu á miðnámi tá tað ræður um trivnað og arbeiðsbyrðu. Og er tað alneyðugt at lurta væl eftir tykkum, tá vit sum myndugleikar skulu gera møguligar broytingar.
Takk fyri !