02.03.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða til heiðurskonsert við Tjarnir

Røða til heiðurskonsert við Tjarnir

Leygarkvøldið 1. mars var fyrsta stóra konsertin í nýggju stórhøllini við

Tjarnir. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, helt røðu vegna Føroya landsstýrið, og segði hann millum annað:

Vit skulu vísa okkara komandi ættarliðnum og umheiminum, at tá tað snýr seg um tónleik, ítrótt og mentan, so nýtist okkum ikki at vera jarðbundin, nei, vit vilja slíta tað, sum bindur okkum niður, vit vilja droyma stórt, tí vit hava ásannað, at avrikið verður bara avmarkað av dreyminum.

Røðan kann lesast her.

Myndirnar hevur Jens Kristian Vang tikið. Fleiri myndir kunnu síggjast her.